Títlingur er nýggjur vinnari

5-mannafør gentur 14 – 16 ár: Kjósin var næstfremstur, meðan Malunarhav endaði á fimta plássi

Tað var nýggjur vinnari í kappingini millum yngru genturnar í dag. Tað er fjarðastevna í Vestmanna, har róðrarlíkindini eru góð.

 

Fyrr í ár hava Kjósin úr Kollafirði og Malunarhav úr Fuglafirði vunnið. Í dag var starturin hjá Malunarhavi ikki góður, og tær úr Fuglafirði endaðu á fimta plássi.

 

Starturin hjá Kjósanum var heldur ikki nakað serligur, men tær úr Kollafirði megnaðu at enda at bjóða av í kappingini um sigurin og endaðu næstfremst.

 

Nýggjur vinnari í hesi kappingini var Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag. Havnar Róðrarfelag hevði tríggjar bátar við í hesi kappingini, og í startinum áttu teir trý tey fremstu plássini. Títlingur vann seg skjótt í fremsta plássið, og tær umborð á Títlingi róðu væl og vóru fremstar um málið.

 

-

 

1Títlingur (HR)05:14.00
2Kjósin (KÍF)05:14.45
3Spógvin (NSÍ)05:18.45
4Ingibjørg (HR)05:18.46
5Malunarhav (ÍF)05:19.26
6Drekin (HR)05:23.39
7Tistil (FSR)05:39.03
8Beinta (MR)05:48.43

 

stavnur.fo

 

-

 

FM støðan

 

1Kjósin (KÍF)31
2Malunarhav (ÍF)26
3Títlingur (HR)25
4Drekin (HR)21
5Ingibjørg (HR)17
6Spógvin (NSÍ)15
7Beinta (MR)3
8Tistil (FSR)2
9Ternan (NSÍ)1