Titanic-leikstjóri: Kavbátavanlukkan minnir um kenda vanlukku

Sambært James Cameron, sum leikstjórnaði »Titanic«, minnir vanlukkan við kavbátinum »Titan« um søguligu skipsvanlukkuna.

 

James Cameron, filmsleikstjórin, sum gjørdi filmin »Titanic«, er bilsin av, hvussu meinlíkar hendingarnar eru, tann søguliga vanlukkan og vanlukkan við kavbátinum »Titan«.

Tað sigur hann í samrøðu við ABC News.

– Eg er bilsin av líkleikunum við Titanic vanlukkuni, har skiparin hóast fleiri ávaringar um ís fyri framman sigldi við fullari ferð inn í eitt øki við ísi, sigur hann.

Kavbáturin hvarv, tá hann var á veg niður í 3.800 metra dýpið fyri at hyggja eftir vrakinum av »Titanic«, sum liggur umleið 690 kilometrar í ein landsynning úr New Foundlandi í Kanada.

Kanadiskir filmsleikstjórin sipar til, at fleiri áður hava ávarað um trygdarvandan í sambandi við at ava niður til skipsvrakið »Titanic«.

Í gjár frættist, at ein undirvantsrobottur hevur funnið eitt petti av halanum og fýra aðrar vrakrestir av »Titan«.

Kavbáturin fór sunnudagin klokkan 8 lokala tíð niður ímóti vrakinum av »Titanic«.

Alt bendir á, at farið er imploderað – sprongt inneftir – av sterka trykkinum á so djúpum vatni.

Sambært tíðindastovuni AFP varð James Cameron sjálvur í 2012 tann fyrist persónurin nakrantíð, sum einsamallur kavaði niður í í einum kavbáti, sum hann sjálvur hevði sniðgivið og bygt. 

Júst váðin fyri, at ein kavbátur imploderar vegna trýstið, er sambært Cameron størsta stúranin í sambandi við slíka kaving, sigur hann við ABC News.

68 ára gamli James Cameron hevur eisini gjørt filmar sum »Aliens«, »The Terminator« og »Avatar«.

Tað var ein ómannaður undirvatnsrobottur frá einum kanadiskum skipi, sum fann vrakrestirnar á havbotninum.

Teir lógu umleið 500 metrar frá stevninum á »Titanic«.

Stutt frammanundan hevði OceanGate Expeditions, sum eigur kavbátin, boðað frá, at allir fimm menninir umborð á »Titan« haldast vera deyðir.

/ritzau/