Seinastu árini hava mong listafólk havt framsýning í Glyvra kirkju. Nú er túrurin komin til listakvinnuna Tita Vinther.
Mánadagin, 2. Hvítusunnudag letur hon upp eina listaframsýning í Glyvra kirkju.
Á hesi framsýningini fer Tita, ið er kend vevkona at geva fólki eitt innlit í hennara list.
Hetta er tann níggjunda listaframsýningin í Glyvra kirkju, síðani forkirkjan varð gjørd til listaskála 2009.
Hini, ið hava sýnt fram, eru: Heðin Kambsdal, Oggi Lamhauge, Sigrun Gunnarsdóttir, Tróndur Patursson, Frits Johannesen, Jóna Rasmussen og Arnold Vegghamar.
Í sambandi við framsýningina 2. Hvítusunnudag, fer listamaðurin, Oggi Lamhauge, at hugleiða um listina hjá Titu Vinther.
Tita fekk Mentanarvirðisløn Landsins 2005, fyri hennara slóðbrótandi arbeiði innan vevlist í Føroyum.
Listaframsýningin í Glyvra kirkju letur upp klokkan 20.
(Mynd: snar.fo)









