Tit standa mát í altjóða høpi

- Tað nógva av føroyska tónleikinum stendur væl mát í altjóða høpi. Ein partur av tónleikinum er kanska nakað lokalur, og tað verður trupult at útflyta henda tónleik. Men fleiri bólkar hava eitt høgt støði, sigur Christer Lundblad frá Swedish Music Export

Christer Lundblad umboðaði Swedish Music Export við Atlantic Music Event. Christer Lundblad sigur, at góðskan á tónleikin var á einum høgum støði.
- Eg haldi, at Makrel vóru sera góðir. Týr er sera gott, men ógvuliga sermerkt og kanska trupult at útflyta. Men Týr hevði eina sera góða framførslu. Fleiri aðrir bólkar vóru góðir eisini, sigur Christer Lundblad.
Høvðusendamálið við Atlantic Music Event er at geva føroyskum bólkum ein sýnisglugga út í altjóða tónleikavinnuna. Christer Lundblad heldur, at føroyingar mugu lata útlendingar lurta og hoyra á hesar ymsu bólkarnar, og fløgur mugu gevast út kring allan heimin fyri at skapa eitt grundalag fyri tónleikaútflutningi. Hann sigur, at føroysku bólkarnir mugu traðka fram á konsertum og festivalum kring heimin.

Almennur stuðul má til
- Marknaðurin er so lítil í Føroyum, so tað kann gerast trupult at finna fíggjarliga stuðulin, soleiðis at tað kann bera seg. Tað skal nokk almennur stuðul til frá føroyska landsstýrinum. Tað er týdningarmikið at ganga saman. Til dømis kann mann satsa upp á nakrar fáar bólkar í eitt ár ella tvey, og tann vegin fáa teir bólkarnar fram, sum mann trýr uppá, sigur Christer Lundblad frá Swedish Music Export

Latið fólk vita um Teit
- Tit føroyingar hava jú eitt altjóða frambrot í løtuni, nevniliga Teitur. Nú ræður um at hanga í. Latið fólk vita, at Teitur er úr Føroyum. Tann vegin kunnu tit vísa, hvat annað gott tit hava av tónleiki á hesum oyggjunum, sigur Christer Lundblad.
Um føroyingar skulu skulu fáa fleiri gjøgnumbrot á altjóða tónleikamarknaðinum, so er kravið váðafúsur kapitalur, heldur Christer Lundblad
- Váðafúsur kapitalur má finnast, um ein byrjan skal fáast á. Eg haldi, at almennir pengar skulu uppí. Tað er í lagi, at tað almenna stuðlar, tí tað snýr seg ikki bert um hesar bólkarnar, men tað snýr seg faktiskt meira um at seta Føroyar upp á kortið sum ein útflytari av tónleiki og sum ferðavinnumál. Vinnan í Føroyum vinnur, um Føroyar eru kendar kring heimin gjøgnum tónleikin, og um fólk vita, hvat landið stendur fyri. sigur Christer Lundblad.
Lundblad sigur, at hann arbeiðir í løtuni við at fáa føroyskar bólkar til Svøríkis. Hann vil ikki siga hvørjar bólkar.

--

MYNDATEKSUTR: - Vinnan í Føroyum vinnur, um Føroyar eru kendar kring heimin gjøgnum tónleikin, og um fólk vita, hvat landið stendur fyri, sigur Christer Lundblad frá Swedish Music Export
Mynd: Jens Kr. Vang