Bjarni Nielsen vann í dag “Føroya Sterkasti Maður” kappingina, sum var í høllini í Hoyvík í kvøld. Bjarni vann greitt við 35 stigum frammanfyri Róa Holgarsson, sum vann silvur við 26,5 stigum.
Les eisini: Bjarni nógv sterkastur
Rás2 var á staðnum, tá Bjarni Nielsen pøstur vann FSM2015.
- Regin Vágadal hevur verið føroya sterkasti maður eini fimm ella seks ferðir. Tað ætli eg mær at taka, sigur Bjarni Nielsen um framtíðina.
Jákup Súni Berg, fyrrverandi FSM vinnari, var ikki við vegna skaða. Hann ætlar ikki at geva Bjarna nakað.
- Hetta gevur mær bara meiri motivatión. Eg ætli mær at vinna heitið aftur, sigur Jákup Súni Berg.
Í ljóðbrotinum eru eisini samrøðu við Róa Holgarsson, silvurvinnara, og Boga Hammer, sum nú er dómari.









