Tit skulu gloyma alt um at einskilja almenna jørð

EINSKILJING Verður almenna jørðin einskild, fer tað at beina fyri øllum vinnuligum landbúnaði í Føroyum, sigur gamli bóndin í Dímun og formaðurin í Útoyggjafelagnum

- Vilja tit hava vinnuligan landbúnað í Føroyum, skulu tit gloyma alt um at einskilja almennu jørðina.
Tað eru ráðini frá Óla Jákupi úr Dímun, sum hevur verið bóndi í Dímun, og sum nú er formaður í Útoyggjafelagnum.
Hann sigur, at ein og hvør einskiljing fer at tyngja raksturin hjá tí, sum vil dríva vinnuligan landbúnað.
- Tann einasti, sum kanska kann skora kassan, er tann, sum fær jørðina frá tí almenna og selur hana fyrstu ferð, leggur hann afturat.
- Tí er eingin ivi um, at einskiljing fer at beina fyri øllum vinnuligum landbúnaði í Føroyum, sigur fyrrverandi dímunarbónda og núverandi formaður í Útoyggjafelagnum.
Hann sigur, at verður hugt eftir, hvar vinnuligur landbúnaður er í dag, er tað bara á almennari jørð.
Ein orsøk til tað er, at almenna jørðin verður ikki pettað sundur ímillum arvingar, sum frálíður.
Men hann staðfestir eisini, at tá ið jørð verður keypt og seld í dag, verða allar marknaðarmekaniskur settar til viks, tí eftirspurningurin er nógv størri enn útboðið.
- Veruleikin er, at ein gyllin í jørð verður verður keyptur og seldur fyri alt ímillum 50.000 krónur og eina hálva millión, og slíkar upphæddir kann eingin vinniligur rakstur fíggja sigur Óla Jákup úr Dímun.
- So skulu vit hava vinnuligan landbúnað í Føroyum, skulu vit gloyma alt um at einskilja jørðina.

Eiga rakstrargøgn
Kortini heldur Óla Jákup úr Dímun, at bóndin skal eiga síni rakstrargøgn og bygningar.
- Eitt festibræv kann samanberast við eitt fiskiloyvi. Har reiðarin eigur skipið, kann bóndin eiga bygningar og amboð.
- Tað er rætt og rímiligt, at ein bóndi, sum brúkar eitt heilt lív á einum garði, og sum brúkar allar sínar inntøkur til ábøtur og útbyggingar, eisini eigur tær ognir, hann hevur skapt, sigur Óla Jákup úr Dímun.
Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, sigur, at bóndin má í minsta lagi fáa fyri tað, hann hevur skapt á garðinum.
- Hevur hann bygt hús, má hann fáa endurgjald fyri tað, so at hann hevur ráð at fáa sær eini onnur hús, tá ið hann leggur frá sær.
- Vit kunnu ikki vænta, at nakar fer at brúka eitt heilt lív í landbúnaðinum og so geva alt burtur til onkran annan.
- Gularótin má vera, at tað ber til at kunna skapa nøkur virði, sum bóndin kann selja tá ið hann tekur seg úr vinnuni, sigur formaðurin í Bóndafelagnum.
Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, heldur, at tað eru tveir vegir at fara.
Antin fara vit heilt aftur til tað gamla, har landið eigur jørðina og tekur ábyrgdina av at røkja sínar ognir. Ella má jørðin einskiljast.
Sum onkur annar, stúrir Jóannes Patursson ikki fyri, at trupulleikin við yvirfígging
Fer at vera so nógv verri, enn hann er nú.
- Jarðargrunnurin stendur nú til at avskrivað yvir 50 milliónir í skuld hjá bóndum, sigur hann, og í hansara verð er hetta dømi um eina yvirfígging, sum hevur verið undir skipanini, vit hava nú.