Barack Obama, forseti, var í morgun á pallinum í heimbýnum Chicago og takkaði sínum stuðlum fyri valsigurin. Hjá sær á pallinum hevði hann konuna, Michelle, og tær báðar døturnar.
-Takk fyri, at tit høvdu álit á mær. Tit lyftu meg allan vegin. Vit eru ein amerikonsk familja, sum stendur og fellur sum ein savnað tjóð, segði forsetin og helt fram:
-Vit stríddu okkum aftur á sigurskós, og USA hevur framvegis tað besta í væntu, segði Obama og takkaði Joe Biden, varaforseta og konu síni, Michelle Obama.
-Lat meg siga tað, meðan øll hoyra: Michelle, eg havi ongantíð elskað teg meiri enn nú.
Obama segði, at hann hevði tosað við Mitt Romney og takkað honum og Paul Ryan fyri eit gott valstríð.