Landið liggur, sum tað hevur reitt!
Tað er niðurstøðan hjá Maud Vang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroya Pedagogfelag, nú pedagogar eru farnir í verkfall á stovnum undir Almannaverkinum, samstundis sum at kommunurnar hava koyrt pedagogar á dagstovnum til húsar.
Hon vísir á, at Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur leingi brúkt tann mátan, at tey samráðast við eitt stórt fakfelag fyrst, og so skal tann sáttmálin verða eisini verða grundarlagið undir øllum hinum sáttmálunum. Í ár var einki undantak. Starvsmannafelagið, var fyrst boðið til samráðingarborðið og tey gjørdu eina semju. Men hetta merkir ikki, at tann semjan er góð fyri onnur fakfeløg, heldur Maud Vang Hansen.
Tá ið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar vóru til samráðingar, royndi lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum at tengja sáttmálan hjá Starvsmannafelagnum at Sjúkrarøktarfrøðingunum. Hetta gekk ikki, og sjálvandi ikk og tað endaði við einum verkfalli, áðrenn ein semja varð gjørd.
Maud Vang Hansen heldur eisini, at lønarkravið frá Pedagogunum er púra nátúrligt, tí landsins politikarar hava avgjørt, at broyta útbúgvingarnar fyri pedagogar, sjúkrarøktarfrøðingar og lærarar, so at teir nú hava eina bachelor útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.
Hon vísir á, at Pedagogfelagið hevur fullan rætt til, at fara í verkfall, tí í løtuni hava tey ongan sáttmála. Men hon ásannar, at í løtuni er eingin vinnari at hóma í hesum maktstríðnum.
– Eg skal vera tann fyrsta til at viðurkenna, at eitt verkfall rakar hart á almenna økinum, ið er so viðbrekið frammanundan, við alt ov fáum starvsfólkum. Men hendan støðan kundi tó verið fyribyrgd, um landsins politikarar ikki høvdu niðurlaðað skipanina við tænastumannastørvum á landsins stovnum, har okkara veikastu borgarar búgva.
– So var hendan støðan ikki og tí meti eg at landið liggur sum tað hevur reitt, sigur Maud Vang Hansen.
Les meiri her: Landið liggur sum tað hevur reitt