- Tit kunnu eisini menna bygdir í Benin

- Kirkjan sendir fólk út í tær fjarskotnu bygdirnar fyri at hjálpa bygdarfólkinum. Vit ynskja at vísa teimum Guds kærleika, sigur afrikanski presturin, Romain Zannou.

Benin: 607 kr. um mánaðin!
- So lítið kostar tað at hava ein evangelist í starvi í okkara kirkju, sigur presturin, Romain Zannou úr afrikanska landinum Benin.
Hann er í løtuni á vitjan í Føroyum, og skal um vikuskiftið hava stórmøtir í ítróttarhøllini í Runavík, eins og greitt er frá aðrastaðni á síðuni.
Endamál hansara er fyrst og fremst at boða Guds orð, men samstundis vísa fólki á, at tey eisini kunnu vera við í missiónsarbeiðinum í hansara landi og út frá hansara kirkju.
Kirkja hansara hevur í løtuni 50 evangelistar, sum eru spjaddir runt eitt stórt øki í sunnara parti av landinum. Men tey duga at síggja tørvin á enn fleiri slíkum.
Tað kostar sjálvandi nógvan pening eftir teirra mátistokki. Men føroyingar kunnu verða við at rinda løn og uppihald hjá einum slíkum evangelisti fyri bert 20 kr. um dagin.
- Mítt ynski er tí, at fortelja tykkum frá um alt tað, sum Gud hevur givið okkum. Og so at vísa á, at vit trúgvandi eisini hava nógv at geva teimum, sum lítið og einki eiga, sigur Romain Zannou í samrøðu við Sosialin.
Hann hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður, og hevur eisini tosað við løgmann og onnur fólk landsins leiðslu. Hann hevur her tosað heitt fyri, at fáa føroyingar at vera við til at stuðla menningararbeiði í hansara landi.

Elska fólkið
Alt arbeiðið, sum kirkjan hjá Romain stendur fyri, verður gjørt eftir eini nágreiniligari strategi hóast tað kanska ikki júst er tað orðið, sum tey brúka í hesum sambandi.
Men tey hava í øllum førum sæð, at tað arbeiðið tey gera við at menna bygdirnar á mongum økjum, hevur borið signing og menning við sær.
- Vit senda okkara evangelistar út í bygdirnar, av teirri einfaldu orsøk at vit elska fólkið í hesum bygdum. Vit ynskja at vísa teimum sama kærleikan, sum Jesus vísti okkum.
- Okkara arbeiði er ikki at prædika og aftur prædika, men at vera nær hjá fólkinum ja, mitt í teirra gerandisdegi av gleði og sorg, sigur Romain.
Ein stórur partur av arbeiðinum um ein kann siga tað so er tí at búseta seg og soleiðis vera úti millum fólkið: Børn teirra spæla við bygdarbørnini, konan er saman við konunum og maðurin er uppi í tí dagliga arbeiðinum hjá monnunum.
Við hesum ynskir kirkjan at vísa bygdarfólkinum, at hon er áhugað í teimum og vil hjálpa teimum, har tað er neyðugt.
Og tað hevur eisini víst seg, at hetta hevur givið úrslit.

Stjala og lúgva ikki
Við at búgva soleiðis millum bygdarfólkið so fær evangelisturin og familja hansara eina góða inngongd til fólkið og gerandisdag teirra.
Bygdarfólkið sær eisini, at hesi nýggju fólkini eru øðrvísi enn tey: Tey lúgva ikki, tey stjala ikki, tey eru sannorðað, tey halda orð og tey tykjast bara vilja bygdarfólkinum tað allarbesta.
Við hesum góða sambandinum teirra millum er heilt nátúrligt at fólkið setir sær sjálvum spurningin: - Hví í víðu verð kemur ein familja úr stórbýnum og búsetir seg her í okkara lítlu, fjarskotnu og lítið mentu bygd?
Tey seta ikki bert sær sjálvum henda spurningin, men fara eisini á rætta stað við honum: Til evangelistin og konu hansara.
- Og her fær so evangelisturin eitt gott høvi at fortelja teimum frá um Guds kærleika, hvussu nógv hann elskaði okkum og hvussu nógv hesin evangelisturin elskar bygdarfólkið.
- Tí hevur hann valt at flyta úr sínum egna staði og til teirra bygd. Hann gera tað, tí hann vil hjálpa teimum, og bert tað, sigur Romain.

Ikki kirkjur
Hesir evangelistarnir sita ikki bert hendur í favn, men fara fegnir til verka fyri at hjálpa bygdarfólkinum.
Teir hugsa ikki fyrst og fremst um at byggja vakrar kirkjubygningar, men tað er vælferðin hjá bygdarfólkinum sum stendur teimum allarfremst. Alt arbeiðið verður grundað á virðini, sum ein finnur í Bíbliuni.
Teir fara tí beinanvegin undir at betra um liviumstøðurnar hjá fólki. Teir grava brunnar, seta á stovn heilsumiðstøðir, seta skúlar á stovn og banka, sum letur fólkinum serliga konufólkinum - smærri lán. Tað vísir seg, at tey eru frægast at gjalda rættstundis aftur!
Evangelistarnir bjóða sjálvandi til gudstænastur í skúlanum. Skuldu teir bygt eina kirkju, so høvdu teir líkasum deilt bygdina upp í tveir partar - tey sum koma til gudstænastu, og tey sum ikki koma.
- Men við at hava andaligu tiltøkini í skúlanum gera vit gáttina so lága, at øll kunnu føla seg vælkomin. Tað gleðiliga er eisini, at so at siga alt bygdarfólkið kemur við til hesar gudstænasturnar.
- Og vit hava eisini Gud havi lov fyri tað - sæð heilar bygdir verða umvendar, sigur ein fegin Romain.