Tit hava gjørt eitt álvarsamt mistak

15 vágbingar, sum í løtuni búgva í Havn, halda lítið um avgerðina hjá Vágs býráð at havna menningarætlanini hjá landsstýrinum. ?Hugburðurin hjá vanliga vágbinginum í málinum er, at tað var ein býtt avgerð, sum Vágs býráð tók, tí ætlanin hjá landsstýrinum hevði skapt nøkur hart tiltrongd arbeiði í syðru helvt av Suðuroynni.

?Tað er næstan skomm at vera vágbingur í hesum døgum. Vit rópa áhaldandi um hjálp, og tá, ið vit einaferð fáa hana, sigur býráðið nei takk, og eftir stendir fólki.
Tað er mikudag seinnapart, og vit eru stødd á skúlaheiminum í Marknagili í Havn. 15 vágbingar, sum í løtuni búgva í Havn, eru savnaðir saman fyri at gera vart við sína ónøgd um avgerðina hjá Vágs býráð at havna tilboðnum hjá landsstýrinum um ein skúladepil í Hovi og eitt røktarheim í Vági.
Teir 15 vágbingarnir eru misnøgdir við útsagnirnar, sum hava verið í fjølmiðlunum seinastu dagarnar, tí teir meta ikki viðmerkingarnar, sum hava verið frammi, umboða hugburðin hjá vanliga vágbinginum.
?Hugburðurin hjá vanliga vágbinginum í málinum er, at tað var ein býtt avgerð, sum Vágs býráð tók, tí ætlanin hjá landsstýrinum hevði skapt nøkur hart tiltrongd arbeiði í syðru helvt av Suðuroynni, sigur talsmaðurin Jens Sivar Djurhuus, sum er í læru sum timburmaður.

Dennis fer skeivur
?Tað er tvætl at siga, at miðnámsskúlin í Vági hevur givið ávøkst seinastu 15 árini, tí tað einasta sum er vaksið er arbeiðsloysi.
Vágbingarnir eru alt annað enn samdir við útsagnini hjá samfelagsfrøðinginum Dennis Holm í Sosialinum mikudagin. Dennis metti tað vera rætt av Vágs býráð at havna tilboðið, tí miðnámsskúlin fer at geva ein nógv størri vinning enn eitt røktarheim.
?Tað er fyrst og fremst arbeiðspláss, vit hava brúk fyri. Vit einum røktarheimi høvdu vit fingið 35 arbeiðspláss, og tú mást eisini hugsa um alt arbeiðið, sum skal gerast í samband við byggingina av einum røktarheimi og einum skúladepli. Avgerðin hjá býráðnum er tí burturvið, sigur Jens Sivar Djurhuus.
Vágbingarnir vísa á, at flestu næmingarnir á miðnámsskúlanum í Vági fara at lesa víðari, og eftir lokna útbúgving flyta tey ikki aftur til Suðuroy, tí har er einki arbeiði til teirra. Miðnámsskúlin er tískil bert við til at útflyta fólk av oynni, halda vágbingarnir í Havn.
?Eg haldi, at Vágs býráð fyrst og fremst hugsar um seg sjálvan og ikki borgararnir í kommununi. Ein kallaði herfyri Vágs bygd fyri eina oyðimørk, og skulu vit koma burturúr trupulleikunum er bráðneyðugt at fáa arbeiði aftur í bygdina, heldur Jens Sivar Djurhuus.

Fer at kosta
Spurdir, um teir vænta, at Vágs býráð verður revsað á kommunuvalinum í november mánað eftir, at teir havnaðu tilboðnum hjá landsstýrinum, svarar vágbingarnir avgjørdir, at tað vænta teir avgjørt.
?Um hetta ikki fær avleiðingar fyri býráðslimirnar, so er okkurt galið. Fær avgerðin ongar avleiðingar, ja so verða vit noyddir at flyta úr Vági, halda teir skemtandi fyri.