- Tit gera vissuliga Føroyar ríkari

Bárður Jákupsson, Astrid Andreasen og Búi Rouch fingu tignarligar virðislønir handaðar í gjár

Í gjárkvøldið vórðu Mentanarvirðislønir landsins handaðar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tríggjar virðislønir vórðu handaðar á almenna tiltakinum fyri at viðurkenna trý føroysk listafólk.

 

Virðislønin til ungt listafólk varð latin Búa Rouch, samtíðardansari. Heiðursgávu landsins fekk Astrid Andreasen, vísundaligur teknari og listakvinna. Mentanarvirðisløn landsins varð latin listamanninum, Bárði Jákupsson.

 

 

- Tit víðka um búgvið

 

Løgmaður endaði hátíðarløtuna við einari røðu, har hann serliga takkaði teimum trimum listafólkunum, ið fingu virðislønir handaðar.

 

- Tit eru talandi dømi um, hvussu ríkt og livandi lista- og mentanarlív, vit hava í Føroyum. Tit eru við til at víðka um búgvið. Tit trý eru ein sera týðandi táttur í tilverugrundarlagnum í okkara lítla landi. Góðu tit, takk fyri tykkara virkna og áhaldandi leiklut. Tit gera vissuliga Føroyar ríkari, segði Aksel V. Johannesen eitt nú í endarøðuni.