Føroyska manslandsliðið hevur havt tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Kekkia, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Landsliðsvenjarin vil ikki vísa hvørji kort hann hevur á hondini, tá tað bleiv spurt um liðið og spælaskipan.
- Eg kann siga mikið sum, at Meinhard E. Olsen og Patrik Johannesen verða ikki við, tí teir eru skaddir. Men tað vita tit væl. Eg sigi sum altíð fyri dyst, at mær dámar ikki at tosa fór nógv um liðið. Tit hava verið til venjing, so helst hava tit eina góða hóming, segði Håkan Ericson.
In.fo gitti í gjár, at Petur Knudsen fer at fáa kjansin á fremsta plássi, meðan spælskipanin verður ein 5-4-1 við trimum í miðverjuni. Tá liðið skumpar fram so kann tað til tíðir líkjast eini 3-4-3 á bóltinum.
Vit gita: Føroyar (5-4-1) Teitur M. Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Petur Knudsen











