Landsliðsprát
Í skjótt fleiri ár hava hópin av jugoslaviskum leikarum gjørt um seg í Føroyum. Ein teirra er núverandi KÍ-venjarin, Tomislav Sivic, sum undir dystinum hevði til uppgávu at hjálpa einari jugoslaviskari radiostøð at siga frá landsdystinum. Eftir dystin var hann somikið beinasamur at hjálpa okkum fram at jugoslavisku stjørnunum, soleiðis at vit fingu ein teirra úr skiftingarrúminum at fáa eitt lítið prát um landsdystin.
Sær betri út nú
Savo Milosevic, sum í dag spælir við Parma í italsku seriu A, er tann av núverandi leikarunum, sum hevur skotið flestu málini á jugoslaviska landsliðnum, har hann hevur skorað í nærum øðrum hvørjum dysti. Saman við fleiri av viðleikarunum hoyrir hann til sonevnda gylta ættarliðið á landsliðnum.
Hóast vakra eyknevnið hevur byrjanin hjá Jugoslavia í undankappingini verið alt annað enn góð, men áleyparin tóktist tó sannførdur um, at vend nú er komin í hesum viðvíkjandi.
- Tað er ikki soleiðis, at vit hava spælt so øgiliga illa í hinum undankappingardystunum, men úrslitini hava so ikki verið nakað serlig. Vit mistu 7 stig í trimum teimum fyrstu undankappingardystunum, men bæði móti Sveis og Slovenia vórðu stigini tapt í evstu løtu av dystinum. Móti Russlandi spældu vit beinleiðis illa, og tá tú soleiðis missir nógv stig tíðliga í undankappingini, so fært tú sjálvandi trupulleikar.
- Vit hava síðani skift venjara, og eftir at hava fingið javnleik úti móti Russlandi og so vunnið í dag, haldi eg, at sjálvsálitið aftur er um at vera í rættlag, og at nú sær tað nakað væl betri út.
- Sjálvandi verður framvegis torført at vinna fremsta plássið í bólkinum, men eg haldi sjálvur, at vit hava møguleikan at gerast næst bestir. Vit hava framvegis fimm dystir, og vinna vit nakrar av hesum, so eru vit á øðrum plássi. Hvør veit, kanska kunnu vit røkka fram um Russland, men tað veldst so um úrslitini hjá teimum.
Tey smáu skulu við
Sum spælari hevur Savo Milosevic fleiri ferðir roynt seg móti Føroyum. Einum pinkulingi í altjóða høpi, men fryntligi áleyparin telist so avgjørt ikki millum teirra, sum halda at slíkar pinkutjóðir ikki skulu sleppa at royna seg í Føroyum.
- Lat meg fyrst siga, at føroyingar altíð týkjast so blíðir. Her er so deiliga róligt, at alla staðni tykjast fólk at góðtaka okkum sum gestir, so vit kenna okkum vælkomnar. Mær hevur í øllum førum dámt sera væl at verið her tær báðar ferðirnar, vit hava vitjað. Tað, sum mær eisini dámar so væl í hesum smáu londunum er eisini, at fólk ganga so høgt upp í fótbóltin.
Hóast Jugoslavia fyri tað mesta hevur vunnið stórt móti Føroyum, so fær hetta heldur ikki leikaran at skúgva føroysku avrikini til viks.
- Tað er altíð vandi fyri at sterkari lið kunnu brenna seg av smærru tjóðunum. Í einum slíkum dysti hava tit einki at tapa, meðan tað hinvegin kann verða sera dýrt hjá okkum, um talan verður um ein javnleik.
- Eg haldi so avgjørt, at lítlu tjóðirnar skulu hava hendan møguleikan. Tað er einasti hátturin, sum lítlu londini kunnu menna síni lið enn meira. Eitt gott dømi um hetta er dysturin hjá tykkum móti Slovenia, og lat meg at enda siga takk fyri ta tænastu, sum tit gjørdu okkum tá, sigur Savo Milosevic.
Visti tú at:
Savo Milosevic er tann leikarin, sum hevur skotið flest mál móti Føroyum. Colin Clarke (Norðurírland), Pavel Kuka (Kekkoslovakia og Kekkia), Florin Raduciou (Rumenia), Ian Rush (Wales) og Mark Wilmots (Belgia) hava allir skotið fýra mál móti Føroyum. Málið hjá Milosevic mikukvøld var hansara fimta landsliðsmál móti Føroyum.
Jugoslavia er eisini landið, sum hevur skotið flest mál móti okkara. Av teimum 193 málunum, sum eru farin í føroysku meskarnar, eru 26 skotin av jugoslavum.
ie