Tit eru mínar perlur

- Takk øll somul fyri allar tær góðu løturnar, eg eftirhondini havi samlað mær sum smáar, dýrabærar perlur, segði ein rørd Ragnhild Dahl millum annað, tá hon tók ímóti Herðaklappinum frá Javna

Ragnhild Dahl var bæði ovfarin og rørd, tá hon tók ímóti Herðaklappinum frá Javna. Hon hevði ongantíð droymt um, at hon skuldi verða heiðrað á henda hátt, og visti heldur ikki, um hon hevði uppiborið heiðurin. Sjálv helt Ragnhild, at tað mundu vera mong, ið heldur enn hon høvdu uppiborið eitt slíkt herðaklapp. Men tað var ongin ivi um, at Ragnhild var sera glað og takksom, tá hon nýtti høvið at takka fyri herðaklappið.
Dýrabærar perlur
Í takkarrøðuni nevndi Ragnhild fyrst av øllum, øll tey fittu menniskju, hon hevði lært at kenna ígjøgnum hesi meir enn 30 árini, og tað var neyvan eitt eyga turt, tá Ragnhild setti orð á sínar kenslur.
- Takk fyri, at tit hava givið mær loyvi at fylgja við í tykkara lívi, og takk fyri alt, tit hava lært meg og givið mær av góðum løtum, upplivilsum og góðum minnum, sum eg havi samlað mær sum smáar dýrabærar perlur. Eftirhondini havi eg eina langa perlurekkju. Hesar perlur taki eg mangan fram og minni meg aftur á við gleði og takksemi.
Eg vóni, at eg á onkran hátt havi lønt tykkum tað aftur og havi givið tykkum kanska eina lítla perlu í part, ella flutt onkur mørk ella forðingar á tykkara lívsleið, sum tit kunnu minnast aftur á við gleði. Vónandi koma vit at eisini framyvir at hava nógvar góðar løtur saman.
Stóra tøkk fyri.