Tað var sum á Jóansøku, tá ið suðuroyingarnir, sum hava verið við á Oyggjaleikunum á Rhodos, komu heimaftur sunnukvøldið.
Heilt nógv fólk varð komið saman at heiðra hesi ítróttarfólkini, sum vóru Føroyum og Suðuroy bestu fyridømi, ið hugsast kunnu.
Tá ið tey komu til Suðuroyar aftur í gjárkvøldið við Smyrli, vóru tey koyrd við blunkandi ljósum beint inn í ítróttarhøllina í Trongisvági, har tey vórðu móttikin av stórari mannfjøld og hornmusikki.
Tvøroyar Býráð skipaði fyri móttøku í ítróttarhøllini og har var stúgvandi fult av fólki.
- Tit hava framt stór ítróttarbrøgd til frama fyri okkara land og okkara oyggj og tað var viðð sørt rørandi at hoyra tjóðsangin runga fleiri ferðir um dagin á øllum oyggjaleikunum.
- Heilt úr Viðareiði til Sumbiar er full semja um at tit eru ein stoltleiki fyri Føroya land, segði Borgarstjórin á Tvøroyri.
Hann helt, at góvu úrslitini prógva, hvussu stóran týdning samanhald hevur. Tí fegnaðist hann um, at svimjifelagið í Vági og á Tvøroyri nú fara at tosa um at leggja feløgini saman.
Eisini Palli Eysturberg, formaður í Tvøroyrar Svimjifelag fegnaðist um úrslitið.
- Tað er stuttligt at vera formaður í einum felag, sum hevur so góð úrslit at vísa á.
Hann takkaði fyri tað góða samstarvið, ið hevur verið við Kommununa í Vági og á Tvøroyri og við Svimjifelagið í Vági. Men hann vónaði, at svimjararnir skjótt fingu betri umstøður.
Eftir røður og hornmusikk, var opið hús í Trongisvági, har Tvøroyrar Kommuna bóðaði okkurt lætt undir tonnina og okkurt at skola tað niður við.
Jón endaði á sjúkrahúsi
Venjarin hjá føroyska svimjilandsliðnum, Jón Bjarnason, fekk ikki verið til móttøkuna, sum var sunnukvøldið. Moyggjabitar vóru ein støðug plága hjá føroyska ferðalagnum á Rhodos, og Jón var ein av teimum óhepnu, sum vóru serliga illa bitin. Bruni var eisini komin í okkurt av bitunum, og tí varð venjarin sendir á sjúkrahús, beint sum hann kom suður. – Tað var serliga tað eina sárið, sum sá eitt sindur ógvusligt út, og saman við nakað av stressi hevur hetta nokk órógva kroppin. Men við eitt sindur pensilin og hvíld annars, skuldi hetta nokk lagað seg, sigur Jón Bjarnason.










