Ólavsøkudag kl. 14.30 byrjar tann stóri útisjónleikurin.
Sjónleikurin byrjar upp á trøðni yvirav Føroya Banka við SMS.
Har verður tann fyrsti leikurin spældur, síðani flytur bólkurin av tónleikarum og sjónleikarum seg oman móti niðara parti av Viðarlunini, oman gjøgnum Niels Finsensgøtu, í Steinatún, oman eftir Tórsgøtu, niðan á Vaglið og út á økið niðanfyri Skansan, har verður endaleikurin spældur,og er hetta leikur um tá Føroyar vóru kristnaðar.
Á leiðini frá trøðni yvirav Føroya Banka og út til økið við Skansan verður steðgað á 12 ferðir og smáir leikir, dansir og tónleikur verða spældir.
M.a. kærleiksøgan um ein frosk sum bleiv til eina brúður sum finnur sær ein brúðgomm, klovnaleikur, Reyðhetta og Kloss Hans, søgan um Sjálvátarin, tær Illu Ommurnar o.a.
Umframt sjónleikarar og dansarar er ein rúgva av okkara bestu trummusláarum og blásarum við og seta teir eisini sín serliga dám á tiltakið.
Tað er MáF og Gríma sum skipa fyri hesum stóra tiltakið við fólki úr Klaksvík, av Strondum, Norðskála og Havn. Upp ímóti 100 luttakarar eru við tilsamans.
Tiltakið kemur at taka umleið 2 tímar.