Hvar ert tú stødd?
Í Walvis Bay, Namibia
Nær flutti tú til Namibia?
Í August 1992
Hví flutti tú til Namibia?
Eg var júst liðug við Student og vildi út at síggja eitt sindur av verðini. Ein vinkona og eg ætlaðu okkum at fara til Avstralia í Aupair. Men so bleiv fekk eg fyrispurning frá einari føroyskari familju í Namibia. Tey spurdu um eg ikki vildi koma til teirra í aupair - fyrst í 3 mánaðir. Seinni møtti eg so manninum hjá mær, Conrad, og valdi at vera verandi her. Vit hava nú verið gift í 10 ár, og saman eiga vit 7 ára gomlu Stephanie og 4 ára gomlu Nicole.
Hvussu er við málinum – Var tað torført at læra lokala málið?
Høvuðsmálið í Namibia er enskt. Ein stórur partur tosar tó “afrikaans” fyri tað mesta. Tað lærdi eg skjótt, og havi eg tosað tað flótandi nú í nærum 14 ár.
Hvat dámar tær í Namibia?
Mær dámar bara heilt væl. Namibia er eitt av teimum mest framkomnu londunum í Afrika. Her er gott at búgva. Friðarligt! Vakurt upp á sín máta! Vit búgva í eini oyðimørk, men tær nýtist ikki at koyra so heilt langt, áðrenn náttúran fullkomiliga broytist.
Er tað nakað tær ikki dámar við at liva í Namibia?
Nei, tað haldi eg ikki. Tað einasta, sum er keðiligt, er at tað liggur so langt frá Føroyum.
Hvussu er mentanin í Namibia? – Líkist hon tí Føroysku?
Landið er rættiliga stórt og mentanin er rættiliga fjølbroytt av tí sama. Her eru nógvir bólkar av ymiskum fólkið, ið øll hava sínar egnu siðvenjur. Her hjá okkum er mentanin tó ikki nógv øðrvísi, enn tann sum vit kenna úr Evropa. Her eru jú nógv fólk, sum eru ættað haðani.
Hvussu er maturin í Namibia?
Hann er góður. Hóast tey ikki eta so nógvan fisk her, so eta tey alt tað vanliga, sum eisini verður etið í Føroyum. Eitt, sum er eyðkent her á leið, er barbecue (ella “braai” sum tey rópa tað). Tað verdur nógv brúkt her - serliga í vikuskiftunum. Tað dámar mær rættiliga væl.
Hvussu er veðrið í Namibia?
Vit búgva úti við sjógvin. Her er veðrið so passaligt. Hitin liggur fyri tað mesta um 20º - 25º. Longri inni í landinum verður tað nógv heitari – uml. 35º. Her er sól hvønn dag. Árstíðirnar eru øðrvísi samanborið við í Føroyum. Vit hava hásummar á jólum - tað er veruliga nakað, ið ein má venja seg við. Fyri tað mesta, eru tey flestu eru á strondini um jóltíðir!!
Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya?
Ja, tað droymi eg um – men nær tað verður, fer tíðin at vísa!!
---------
Faktabox:
Navn: Eyðbritt Skorastein Wittmann
Foreldur: Sonja & Páll Skorastein
Fødd: 3 Apríl 1972
Føðistaður: Leirvík
Besti matur:
Føroyskur: Turt kjøt og breyð – Ræst kjøt
Útlendskur: “Fillet-Steak” við hvítleyksós
Útbúgving/Starv: Arbeiði sum deildarleiðari hjá DHL Express
Motto: Carpe Diem!!!