Kunningartøkni
Kunningartøkni er ein vinna í stórari menning.
Tað munnu eisini suðuroyingar sanna, tí nú hevur aftur ein teldufyritøka sett seg niður á Tvøroyri.
Tað er Stefan Næs úr Hvalba, sum sjálvur annar er farin undir nýtt virksemi á Tvøroyri, í Hotelbrekkuni í sama húsi sum Profa er í.
Stefan Næs hevur annars búð og virkað í høvuðsstaðnum í mong ár, men nú hevur hann so stevnt heimaftur, her hann bjóðar seg fram at veita suðuroyingum teldutænastur av ymsum slagi.
Umframt handil við teldum og ymsum sum hartil hoyrir, veitir hann eisini viðskiftafólki ymsar tænastur, eitt nú kann hann fara út á virki at seta teldur upp, leggja netverk og annars at rigga til.
Stefan er tað, ið nevnist KT-vørður og kann átaka sær allar vanligar tænastur í tí høpinum.
Í Havn hevur hann arbeitt á Com Data og nú, hann fluttur suður, fer hann framhaldandi at samstarva við sítt gamla arbeiðspláss og m.a. fer hann at veita tænastur fyri teir í Suðuroy.