Útisetatelefonbókin fyri árið 2004 er komin í føroysku bókabúðirnar. Útisetatelefonbókin er ein telefonbók yvir føroyingar búsitandi uttanlands.
Bókin er í støddini eitt sindur minni enn A4. Umframt mongu litføgru lýsingarnar, eru nærum 3000 felagar skrásettir í bókini. Upplagið er 3500 eintøk.
Í Danmark kom Útisetatelefonbókin út í februar mánað, men av tí at gravgangurin eftir bókini hesuferð var so mikið stórur, varð neyðugt at prenta 500 eintøk eyka. Tí kemur hon fyrst nú út í Føroyum.
Tað er reklamufyritøkan Mediagraph, ið gevur út Útisetatelefonbókina. Átta fólk eru í starvi á fyritøkuni, harav ein føroyingur er í føstum starvi umframt tveir aðrar føroyingar, sum eru knýttir at reklamustovuni sum freelance.