KÍ er helst einasta føroyska ítróttarfelagið, sum hevur ein skipaðan fan-club uttan fyri egið øki.
Tað eru sjávlandi KÍ stuðlarnir í Havn, sum talan er um. Stuðulsfelagið hevur nú tvey ár á baki, og nú KÍ verður 100, eru stuðlarnir eisini komnir á alnetið.
Undir slóðini, www.ki-klaksvik.fo/kistudlar/ki.htm, ber til at lesa um ymiskt, sum stuðlarnir royna at fyriskipa, og millum annað sæst eisini, hvørja gávu teir ætla at lata felagnu á runda degnum.