Útisetarnir vunnu

Bæði hjá Tromsø og SK Århus gjørdist talan um sigrar um vikuskiftið

Flogbóltur

Um vikuskiftið spældu Rúni Weihe og Bárður B. Mikkelsen báðir við liðnum hjá Tromsø, sum spældi tveir dystir í Oslo.
Leygardagin móti Lier, sum er nýtt lið í bestu norsku deildini, og hendan dystin vann Tromsø 3-1. Sunnudagin spældu teir so móti Oslo Volley, og hesa ferð gjørdist talan um tryggan 3-0 sigur.
Og eisini í Danmark spældi ein føroyskur útiseti. Juanna S. Joensen er aftur í ár partur av liðnum hjá SK Århus, og tær spældu leygardagin móti Frederiksberg Volley. Hetta var ein dystur, sum Århus helst skuldi vinna, um tær ætla sær at verða partur av endaspælinum í elitubólkinum. Og tað eydnaðist eisini at vinna dystin. Við settúrslitunum 25-11, 25-12, 14-25 og 25-21 fekk SK Århus ein týdningarmiklan 3-1 sigur, soleiðis at tær enn eru við í dystinum um seinastu seks plássini.