Útisetarnir gera um seg

Finnur Justinussen hevur fingið debut fyri Jønkøping-Sødra, Jóan Símun Edmundsson skorar fyri eykaliðið og René Joensen spælir fyri eykaliðið og situr á bonkinum á superligaliðnum hjá Brøndby.

 

Herfyri fekk Finnur Justinussen debut fyri svenska aðrudeildar felagið, Jønkøping-Sødra, sum spældi móti Degerfors. Fyrrverandi víkingaleikarin kom á vøllin seinastu ellivu minuttirnar við støðuni 2-0 til Degerfors. Tað endaði við 2-2 javnleiki, so onkran mun hevur Finnur gjørt. Liðið hjá Finni liggur nummar níggju av 16.

 

Jóan Símun Edmundsson er upp á tal til at blíva leigaður út sambært tv2.no. Hann sleppur ikki up í part á besta liðnum, men skjýtur mál á eykaliðnum. Í gjár skoraði hann annan dystin á rað, tá hann tvær ferðir var á blettinum í 6-0 sigrinum á Bryne 2.

 

René Shaki Joensen hevur arbeitt seg inn í hópin hjá Brøndby, men fyribils er hann ikki komin á vøllin í nýggja kappingarárinum. Hann spældi við einum blandaðum U17, U19 og eykaliðið móti amerikanska Chicago Bridges FC. Úrslitið gjørdist ein 4-0 sigur. René spældi á høgra bakki.