Útisetarnir fullu við æru

Sum væntað, gjørdist tað 1. deildarfelagið AB, ið vann steypadystin mikukvøldið ímóti føroyska útisetafelagnum, ÍF Føroyum. Men føroyingarnir stríddust væl og góvu AB so fræga mótstøðu, at einki var avgjørt fyrr enn í allarsíðstu minuttunum

FÓTBÓLTUR

 

Tá lutakastið í donsku steypakappingini var greitt og tað vísti seg, at ÍF Føroyar skuldi spæla ímóti fyrrverandi felagnum hjá Christian Høgna Jacobsen, AB, vóru tað fleiri, ið ristu við høvdinum, tí á pappírinum skuldi eitt lið í tí lokalu Seriu 1 ikki havt allarminsta møguleikan ímóti einum, sum spælir í 1. deild og fyri fáum árum síðani enntá var í donsku superliguni.

Serliga stúrdu fleiri fyri, at føroysku útisetarnir, ið bert spæla fótbólt í frítíðini og venja millum lítið og einki, fullkomuliga skuldu gera sær fyri skommum. Men tá dysturin varð spældur mikukvøldið á Gladsaxe Stadion, gjørdist tað til eitt heiðurligt føroyskt avrik, ið allir mans kundu kennast við.

AB vann dystin 3-0, men tað var ikki fyrr enn í allarsíðstu minuttunum, at munurin á máltalvuni gjørdist so stórur. Í hálvleikinum var AB á odda 1-0, og tann støðan helt sær líka til 88. minutt.

 

Stríddust væl

– Allir stríddust væl og góvu alt, sum teir áttu. Okkara spælarar vóru væl við og vístu, at vit hava eitt lið, ið saktans kann standa seg á hægri stigi, enn tað spælir á til dagligt her niðri. Fyri okkara viðkomandi er talan er um góðar spælarar, sum hava royndir úr føroyskum fótbólti, sigur Uni L. Hansen, formaður í ÍF Føroyum.

– Sjálvandi er kropsliga venjingin á muni, tí hinir venja kanska fýra til fimm ferðir um vikuna, meðan vit kanska venja tvær ferðir. AB hevði yvirvág og hevði bóltin nógv, men kom kortini ikki til so nógvar kjansir. Hjá okkum ráddi um at standa øgiliga væl á vøllinum, so vit ikki blivu ov lætt yvirspældir. Men disiplinin var í toppi og hugburðurin hjá spælarunum var ótrúliga góður.

Tað var enntá um reppið, at ÍF Føroyar kom á odda, tá bara einir fimm minuttir vóru farnir. Hetta var eftir eitt álop í vinstru síðu, har Pætur Dahl sendi bóltin fram til einsamalla framherjan, Erling Fles, sum teir í AB ongantíð fingu fatur á, og hann smekkaði bóltin fram við málverjanum – men á stongina!

– Hevði hasin bólturin farið inn, kundi dysturin myndað seg heilt øðrvísi, tí so vænti eg, at panikkur hevði komið í AB. Men tíverri fyri okkum, so spurdist ikki mál burturúr, sigur Uni.

 

Góða hjálp

Tað var ikki sørt, at innsatsurin hjá ÍF Føroyum minti um onkrar av landsdystunum hjá Føroyum, har mótstøðan var í væl betri venjing og hevði nógv meira orku. Men fleiri av føroysku spælarunum hava eitt nú royndir frá at spæla europeiskar dystir fyri síni feløg heima í Føroyum.

– Tað hava eitt nú Emil Nolsøe Leifsson, Johan V. Gunnarsson, Pætur Dahl og kanska aðrir við gjørt, so teir vistu nøkulunda, hvat teir fóru inn til. Serliga í verjuspælinum lá væl fyri, og miðverjarnir báðir, Jákup Olsen og Ovi Brim, fingu fatur á stórt sæð øllum, sum kom inn í okkara brotsteig, sigur Uni L. Hansen.

– At tað eydnaðist at fáa Atlantsflog og aðrar góðar stuðlar at fáa okkum einar seks av teimum frægaru spælarunum niður til dystin, so vit kundu stilla upp við sterkastu manning, gjørdi øgiliga góðan mun, og vit vilja takka teimum, ið gjørdu tað møguligt hjá okkum at taka dystin upp við AB.

Fyri spælararnar og tey, sum eru rundan um føroyska fótbóltsfelagið í Keypmannahavn, gjørdist dysturin í øllum førum ein stór uppliving.

 

 

– Hetta var øgiliga stuttligt hjá okkum at sleppa at royna, tí ÍF Føroyar hevur í gerandisdegnum eina øgiliga anonyma tilveru í Keypmannahavn. Tað eru ikki nógv, sum hoyra um okkum, hóast felagið fyllir øgiliga nógv hjá okkum, sum eru niðri og eru í felagnum, sigur Uni.

– Kanal 5 fylgdi væl við dystinum, umframt at bæði Rás 2 og Kringvarpið høvdu fingurin á pulsinum, so vit fingu nógva umrøðu burtur úr hesum kvøldinum. Vit høvdu her ein gyltan møguleika at gera nógv burturúr, og tað bleiv eisini gjørt. Tað eru vit glaðir fyri, og so eisini tað, at vit stóðu okkum væl.