Útisetarnir aftur í eldin

Seks landsliðsspælarar kunnu í vikuskiftinum spæla í donsku og norsku landskappingunum

Hóast fótbóltskappingin heima á landi er farin í vetrarfrí, so heldur ein stórur partur av landsliðsspælarunum fram at stríðast á fótbóltsvøllum í Danmark og Noregi. Eftir at europeisku kappingarnar síðsta vikuskifti hildu frí, tí ein rúgva av HM undankappingardystum vóru á skránni, eru landskappingardystir aftur á skránni.

Í morgin skulu Jákup Mikkelsen og Herfølge spæla í Aalborg, Todi Jónsson og FCK taka ímóti AGF og Óla Johannesen, og mánakvøldið fara OB og Johan B. Hansen á Odense stadion at spæla ímóti FC Midtjylland. Í OB eru viðurskiftini støðug, og teir somu spælararnir eru tøkir, sum hava verið tað undanfarnu ferðirnar.

Í Noregi fær Sogndal í morgin møguleika endaliga at tryggja sær rættin til uppflytingardyst. Teir skulu á útivølli spæla ímóti Raufoss. Í Noregi eru allir tríggir føroyingarnir tøkir, og Sogndal hevur seinastu vikurnar hvørki keypt ella selt spælarar.


Herfølge

Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge eru framvegis á niðurflytingarplássi. Tað hevur verið arbeitt við at styrkja um hópin. Nú er endaliga greitt, at 27 ára gamli Thomas Christensen, sum áður hevur spælt tveir landsdystir fyri Spania, fer at spæla við Herfølge. Hann verður kortini ikki á liðnum fyrrenn 29. oktober, tá FCK verður mótstøðuliðið.

Í morgin er møguleiki fyri, at svenskarin Patrik Bengtsson verður á liðnum hjá Herfølge. Hann er 29 ára gamal miðvallari og spældi 1987?1996 í svenska stórfelagnum IFK Göteborg. Seinastu árini hevur hann verið í triðju bestu deildini í Svøríki í einum felag, sum eitur Falkenberg FH.

AaB hevur havt ætlarnir um at vera við í oddastríðnum, men tað hevur hilnast stak illa hjá teimum higartil í ár. AaB er fjórði aftast, nú teir fáa vitjan av Herfølge.


FCK og AGF

Todi Jónsson hevur havt ein skaða í lærinum at stríðast við síðstu vikurnar. Tá vit fregnaðust fyrrapartin í gjár var ikki greitt, um hann verður í FCK hópinum í morgin.

Óli Johannesen verður í AGF ferðalagnum í Parkini. Tað er framvegis nógv ferðsla til og úr illa sperda AGF. Peter Degn, sum hevur havt eina miseydnaða roynd sum yrkisspælari í Onglandi, er aftur í felagnum, og tað er Tomas Ingi Tómasson eisini. Hann hevur verið í Vestmannaoyggjunum í tríggjar mánaðir. Tað var tá hann kom til ÍBV, at Allan Mørkøre kom aftur í HB.

Í fyrradagin varð upplýst í AGF, at Michael Nonbo, sum í 1996 kom til AGF úr Næstved, og sum hevur spælt við so at siga hvørja ferð tey seinastu árini, nú hevur skrivað sáttmála við Viborg. Hann fer úr AGF á nýggjárinum.

Í FCK vísa teir á, at hagtølini ímóti AGF eru vánalig. FCK hevur bara vunnið 9 av 24 dystum.


jh