Útisetar á odda

Talvútisetarnir í Keypmannahavn fingu eitt óvanliga gott úrslit sunnudagin, tá teir vunnu fyrsta dystin í 2. deild

 

Mótstøðuliðið varð eitt av favorittliðunum úr Fredriksberg, sum blivu næstfremstir í fjør í somu deild. Hetta løgdu føroyingarnir lítið í og vunnu ein sannførandi 5_-2_ sigur.

Tískil bleiv byrjanin hjá føroyska felagnum í næstfremstu deildini í Danmark sera góð, og lovar úrslitið frá góðum í komandi liðdystum. Sjey dystir skulu leikast, og longu nú kann nærum væntast, at útisetar okkara vera við í toppstríðnum. Teir sum vunnu sunnudagin vórðu Heini Olsen, Flóvin Tór Næs, Eyðun Nolsøe, Bogi Ziska og Rógvi W. Rasmussen. Hlidar Hreinsson (íslendari) leikti javnt, meðan John Arni og Carl Eli N. Samuelsen taptu. Næsti dystur verður 18. november tá mótstøðuliðið verður Helsingør við eitt nú GM Suna Berg Hansen á liðnum. Helsingør og K41 eru á øðrum plássi við fimm stigum.