Útisetar: Manglandi vitan

Tað er spell, at útisetar ikki vita betur um starvsmøguleikarnir í Føroyum, heldur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin

Kanningin, "Hvat er tað, sum dregur" vísir, at tað er starvið, sum dregur hjá teimum 56 % sum hava valt ikki at flyta heim aftur, eftir loknan lesnað.

Hetta er spell, tí í veruleikanum fáa útisetar, sum flyta heim eftir lokna útbúgving, ofta sera áhugaverd størv í Føroyum, tey og eru sera glað fyri at vera heima aftur. Tað heldur Sjúrður Skaale, sum hevur staðið fyri at gera kanningina av, hvar føroyingar búgva eftir loknan lesna og hví.

- Nógvir møguleikar eru í Føroyum, men tíverri tykist tað, sum at føroyingar uttanlanda ikki eru fult klárir yvir hetta. Um vit vilja hava, at fólk skulu koma aftur til Føroya, eiga vit at gera vart við teir mongu møguleikarnir, sum eru fyri at fáa áhugaverd størv í Føroyum, sigur hann.