Útisetar koma heim at giftast

Jóhanna Maria Mørkøre úr Havn og Arnhold Olsen úr Klaksvík eru ávikavist 28 og 26 ára gomul. Tey hava nú gingið saman í 2 ½ ár, og eru komin heim úr Danmark í summarferiuni at giftast. Ætlanin er at flyta saman í eina íbúð, tá tey koma niður aftur. 26. juli verða tey vígd í Ebenezer, og síðani koma eini 220 fólk í veitslu í Oasuni, har Masa Heinesen borðreiðir við trimum rættum, vatni og cider.

Jóhanna Maria fer í hvítan brúðarkjóla og Arnhold í myrkan klædning, sum alt er keypt niðri. Tey verða eisini væl koyrandi í einum bili frá Reyni Service. Jóhanna Maria og Arnhold lærdu hvønn annan at kenna á kollegiinum, har tey búgva í Keypmannahavn, og í Kristnastovu, har bæði ganga.

Hann bað um hond hennara ein vakran dag, hann hevði bjóðað henni út at eta á fínari matstovu tætt við Kongens Nytorv. Síðani spákaðu tey sær yvir í Amaliehavan, har hann fall á knæ og flutti fram bønarorð – og hon segði ja beinanvegin.

Jóhanna Maria og Arnhold hava leigað sær eini hús úti á bygd til brúðarnáttina og fara brúðarferð til Azorurnar í eina viku.


Blómur: Rósur

Litir: Myrkt rosa, ljósagrønt og krem