Í morgin fer sendingin Ghetto Føroyar enn einaferð av bakkastokki, og hesaferð fara útisetarnir at kjakast um Fróðskaparsetrið.
Í útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn eru sjálvsagt nógvir føroyingar, sum av onkrari orsøk hava valt Setrið frá, og ístaðin eru farin til Danmarkar at nema sær útbúgving. Men summi teirra hava roynt seg á Setrinum áður, og síðani valt eina aðra leið. Og hesi eru í einari serstakari støðu, tá ið Setrið skal ummælast.
Tvey teirra fara hósdagin at kjakast um hvat er gott og minni gott við Setrinum, og hvussu Setrið kann gerast betur.
Haraftrat verður livandi tónleikur við Dánjal á Neystabø, ein spísk klumma frá útisetunum, og mangt annað.
Ghetto Føroyar er á skránni hósdagar frá 14.00 16.00, og er tað í sendingin í morgin, at orð vera skift um Fróðskaparsetrið.