Útisetar fáa sína rødd á Rás2

Mikudagin byrjar Rás2 eina nýggja og forkunnuga sending, sum verður send beinleiðis úr útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn.

Fimm lesandi føroyingar í Keypmannahavn hava nú tikið stig til eina nýggja sending á Rás2, sum skal geva føroyingum í Keypmannahavn eina rødd.

Endamálið við sendingini er at lýsa føroyska samfelagið frá einum útiseta vinkli, og samstundis kjakast um tey mál, sum útisetar hava uppá hjarta.

- Vit lova, at sendingin verður frek, frísk og festlig, siga tey fimm, Barbara Holm, Eydna Skaale, Rólant Waag Dam, Rógvi Nybo og Búgvi Øster.

Tey hava leingi hugsað um at gera eina sending úr Keypmannahavn. Tey hava øll drúgvar royndir innan føroyska miðlaheimin, og tá tey øll fluttu til Keypmannahavnar, var tað mest sum upplagt, at byrja eina øðrvísi sending úr hjartanum av útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn.

- Vit hava leingið droymt um at gera eina slíka sending. Vit halda, at útisetar mangan hava stuttligar vinklar uppá føroysk viðurskifti, og vit halda, at hetta er ein máti at minka um frástøðuna millum føroyska samfelagið, og tey ungu, sum hvørt ár leitað sær til Danmarkar at lesa, siga hesi fimm fólkini, sum sjálvi eru undir lesnað í Danmark, og ferðast nógv millum aðrar føroyingar, sum búgva niðri.

- Vit vita, at nógvir føroyskir útisetar hava sterkar meiningar um tey viðurskifti, sum eru frammi í føroysku miðlunum, og vit halda, at teirra meiningar eisini skulu vera ein partur av kjakinum, siga tey.

Sendingin verður send fyrstu ferð mikudagin komandi, og byrjar hon klokkan 15.00 føroyska tíð. Ætlanin er at senda fram til juli mánað, og síðani verður sendingin tikin upp aftur í september, tá ið summarfrítíðin er av.

Sendingin er gjørd í samstarvi við BankNordik, og ætlanin er, at sendingin seinni skal gerast í hølunum hjá Bank Nordik á Amager.

Mynd: Tey fimm programfólkini – vinstrumegin Búgvi Øster, Eydna Skaale, Rólant Waag Dam, Barbara Holm og Rógvi Nybo