Tiptu holið eftir Johan

Einasti høgri vongurin á danska liðnum varð skaddur longu, tá ið eitt korter var farið

Sjálvandi var tað vónbrot hjá Jóhan á Plógv Hansen, tá ið hann í gjár fekk at vita frá venjaranum, Nikolaj Jacobsen, at tað ikki var pláss fyri honum í HM finaluni ímóti Svøríki.

Johan var millum teir fýra spælararnar á danska landsliðnum, sum í dag taldust millum áskoðararnar. Tað var hann eisini í hálvfinaluni ímóti Spania. Og harvið eigur Johan framvegis til góða at vera við í avgerandi dystum. Soleiðis var tað eisini í HM kappingini í 2019.

Í dag kundi tað verið heilt meint hjá danska liðnum, at Johan á Plógv Hansen ikki var á beinkinum. Lasse Svan Hansen, sum var einsamallur høgri vongur, varð so illa skaddur longu, tá ið eitt korter var farið, at hann ikki var førur fyri at halda fram.

Tá hevði verið upplagt at skifta Johan á Plógv Hansen inn á høgra vong, men tað bar ikki til, tí eins og fríggjakvøldið var Johan ikki á dómaraseðlinum. Høgri vongur var einasta plássið, har danir í dag ikki høvdu í hvussu so er tveir spælarar.

Danski venjarin Nikolaj Jacobsen er snildur venjari sum eingin annar. Í dag setti hann ein av teimum, sum hevur verið sera eyðsýndur á høgra bakki, Mathias Gidsel, á høgra vong, og so varð ein annar av teimum, sum er høgri bakkur, Nikolaj Øris, skiftur inn, og tað megnaði hann heilt væl, m. a. við at skora fýra mál.