Tipti kritikkin

Fáur man longur ivast í, at Óli Johannesen framvegis er sjálvskrivaður á landsliðnum. Liðskiparin var framúr móti Fraklandi, og sjálvur helt hann eisini, at nú mátti tað vera liðugt við viðgerðina av sínum persóni

Liðskiparin

Eftir dystin mikukvøldið var helst eingin, sum ivaðist í, at tað var rætt hjá landsliðsvenjaranum at halda fast um Óla Johannesen sum verjuskipara á føroyska landsliðnum.
Seinasta hálva árið ella so hevur annars verið tosað og skrivað nógv um, hvørt tað er rætt at halda fast um ein leikara, sum spælir í næstbestu heimligu deildini, og sjálvur helt Óli eisini eftir dystin, at hetta tosið nú mátti verið liðugt.
- Tað hevur verið nógv tos um mín leiklut. Bæði í ár og í fjør. Í dag haldi eg sjálvur, at eg enn einaferð prógvaði, hví eg eri á landsliðnum, og eg vóni, at hetta tosið nú er liðugt.

Hevur einki við Sveis at gera
Fleiri vilja helst vera við, at dysturin í kvøld - í mun til tann í Sveis - prógvaði, at leikararnir tá kanska ikki bara høvdu tann dystin í høvdinum. Men at teir eisini ótilvitað høvdu fronsku stjørnurnar í tonkunum.
- Tað haldi eg ikki er rætt. Tann tíðin eigur at vera farin frá okkum, og sjálvur kenni eg so einki til hatta. Vit vita allir fullvæl av, at tað ræður um at taka ein dyst og senn, og so bara savnað tankarnar um hann. At avrikið í Sveis so var minni sannførandi, er nakað heilt annað.
Men er ein slíkur dystur kortini ikki nakað, sum kanska kann fáa tykkum at tendra tað lítla pettið meira?
- Sjálvandi. Tað er kanska eina ella tvær ferðir í lívinum, at tú hevur slíkan møguleika. Og eg haldi so sanniliga eisini, at vit tóku av hesum møguleikanum. Hvør tann einasti gav seg fult út í dag, og so kunnu vit ikki krevja meira, segði føroyski liðskiparin at enda.