Portohækkingarnar, sum fyri fáum árum síðani raktu donsku bløðini á føroyska marknaðinum, hava nú noytt Tipsblaðið av føroysku handilshillunum.
Vikublaðið skrivar á heimasíðu sínari, at sølustjórin hjá blaðnum, Henrik Pallesen, nú hevur tikið avleiðingarnar av, at sølan í Føroyum og Grønlandi er follin so nógv seinnu árini. Samlaða sølan hjá blaðnum er minkað við 20%, og tí eru boðini, at tað skal sparast, har nakar møguleiki er fyri hesum.