Tipsblaðið: Føroyskt landsliðsball í Ålborg

Nakrar øl og eitt kortspæl bleiv til ball í Ålborg, sambært Tipsblaðnum

Tipsblaðið skrivar um eitt føroyskt landsliðsball í Ålborg, eftir sigur á Andorra í Nations League. Føroyska landsliðið lendi ikki í Føroyum sunnukvøldið vegna veður, og tí bleiv yvirnáttað í Ålborg í Danmark.

Svenski miðilin, Fotbollskanalen, hevur tosað við føroyska landsliðvenjaran, Håkan Ericson, sum sigur at spælararnir spældu kort og drukku nakrar øl. Hetta hevur Tipsblaðið fingið til at føroyska liðið ballaðist til tann ljósa morgun við yvirskriftini: “Færøerne festede til den lyse morgen i Aalborg efter triumf “.

- Tað bleiv sungið “Sweet Caroline” hjá Neil Diamond sum sigurssamgur, og tað var dansur i skiftirúminum. Síðani fóru vit við bussi til Barcelona, tá vit skuldu lenda í Føroyum kom kraftigur vindur av suðri. Tí mátti vit liggja nátt í Ålborg, har fleiri spælarar spældu kort og drukku øl til klokkan fimm um morgunin, sigur Håken Ericson við Fotbollskanalen.

Tað ljóðar nú ikki sum eitt ball til tann ljósa morgun, men tveir sigrar í Nations league er nú nakað at fegnast um. Føroyar vunnu fyrst 3-2 á Malta og síðani 1-0 á Andorra. Føroyar liggja nummar eitt í bólki 1 í deild D í Nations League.