Í dag kemur fótbóltur 2000, sum er eitt serblað um komandi landskappingina, í sølubúðirnar kring landið.
Samstundis, sum hetta verður gjørt, fer Sosialurin saman við Horninum í SMS undir eitt nýtt tiltak, har kendir føroyskir fótbóltsleikarar fara at tippa enskan fótbólt.
Tippingin verður skipað soleiðis, at liðformenninir úr teimum fýra feløgunum, sum endaðu ovast á stigatalvuni í fjør, upp á skift fara at siga sína hugsan um dystirnar. Talan er sostatt um teir fýra, Jan Joensen úr KÍ, Magna Jarnskor úr GÍ, John Petersen úr B36 og Rúna Nolsøe úr HB, sum vera við í hesum teiginum.
Í Horninum í dag
Skjøtul verður settur á tippingina í dag, og verður hetta gjørt samstundis sum Fótbóltur 2000 verður til keyps í sølubúðunum kring landið.
Fyri at gera eitt sindur eyka burturúr, verða tveir av omanfyrinevndu leikarum uppi í Horninum í dag kl. 17.00, og eru hesir Magni Jarnskor og John Petersen.
Vinningurin latin víðari
Tippað verður annars fram til enska landskappingin er lokin, og verður samlaði vinningurin hjá teimum fýra (sum vónandi verður stórur), tá latin til vælgerandi endamál.