Limir í rættarnevndini hjá grønlendska Landstinginum halda, at seturnar eru ov stuttar, og at tað er óheppið fyri tingarbeiðið Rættarnevndarlimirnir vísa á, at embætisfólkið í umsitingini er ovbyrjað, tí nógv mál skulu avgreiðast eftir stuttari tíð. Tí er vandi fyri, at mál fáa ikki ta neyðugu viðgerðina, og tað kann enda við lógarfuski.
Limirnir í rættarnevndini skjóta upp at leingja tingseturnar, so tingfólk og embætisfólk fáa betri stundir til at viðgera tey einstøku málini.
Tey skjóta eisini upp, at sjálv arbeiðsgongdin í Landstinginum verður nútímansgjørd.









