- Tingseturnar eiga at verða longri, so løgtingið fær fleiri dagar og betri stundir at viðgerða lógaruppskot. Tað heldur Kaj Leo Johannsen, løgmaður.
Tað var í einum svari upp á fyrispurnig frá Bill Justinussen um minnilutastjórn, at løgmaður nevndi, at Løgtingið ikki eigur at hava so langa summarfrítíð. Í svarinum segði løgmaður m. a. at í løtuni eru Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkurin og Framsókn samstarvsflokkar hjá samgonguni.
Løgmaður metir somuleiðis, at breiður meiriluti er fyri einum stórum parti av lógaruppskotunum, sum landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið. Tó er óheppið, at so mong lógaruppskot liggja óavgreidd, tá ið so stutt er eftir av tingsetuni. Løgmaður heldur, at formansskapurin eigur at umhugsa at bera so í bandi, at tingsetur í framtíðini verða longri, so Løgtingið fær fleiri dagar og betri stundir at viðgera lógaruppskot.










