Tingmenninir vita av ongum

Vágatingmenninir eru ovfarnir av at frætta, at útlit eru fyri, at tunnilin verður seinkaður. Tier siga báðir við ein munn, at tað skal ikki henda

Tunnilstrygd

Vágatingmenninir eru púra samdir um, at tað skal ikki koma fyri, at tunnilin verður seinkaður.
Majus Dam, løgtingsmaður, sigur, at fæst útgerðin ikki til keyps, má hon leigast.
Starvsfelagi hansara, Jóanes Nielsen, sigur, at tað kann ikki góðtakast, at tunnilin veðru seinkaður, og hann fer at kanna málið beinanveg og royna at finna út av, um ikki eitthvørt kann gerast.
Vágatingmenninir siga báðir, at hetta er heilt nýtt fyri teimum, hóast Jóannes Nielsen kortini viðgongur, at hann hevur óttast, at tað kundi henda.
Hann sigur seg hava spurt um hetta málið á fundi í vikuni, og fekk tá at vita frá leiðsluni í partafelagnum Vágatunlinum, at arbeiðið gekk eftir ætlan, og tunnilin verður klárur til tann 26. november.
Men hann ásannar, at tá varð tosað um sjálvan tunnilin og ikki brunatrygdina.
Marjus Dam sigur, at tað kann ikki góðtakast, at ein spurningur um, hvør skal gjalda einar tvær milliónir í eini verkætlan upp á hálvttriðjahundrað milliónir krónur, skal seinka tunlinum.
Tað fer at kosta nógv meira, enn tað hendan útgerðin kostar, um ikki verður latið upp fyri jól, heldur hann.
?Øll tann ferðslan, sum fer at verða um flogvøllin um jólini, fer eisini at geva tunlinum inntøku, sigur hann, og roknar sostatt við, at tað kortini ikki verður ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin. So mikið væntar Marjus Dam, at jólaferðslan gjøgnum tunnilin fer at geva, at tað ríkiliga gevur partafelagnum Vágatunlinum aftur tað, sum sløkkiliðsútgerðin kostar. Tí er eingin ivi í hansara sál um, at Vágatunnilin skal gjalda útgerðina og fáa hana til vega beinanveg, sigur Marjus Dam, tingmaður Sambandsfloksins í Vágum.