Tingmenn vitjaðu á Sornfelli

Fyri 25 árum síðan:

Leygardagin 12. mai 1984 hevur tíðindablaðið Sosialurin frásøgn frá eini vitjan hjá løgtingslimum á radarantennustøðini á Sornfelli, har kunnandi fundur var fyri tingmonnum og journalistum.


Orsøkin til vitjanina var, at í danska tíðarritinum Forsvar hevði verið ein avdúkandi grein um amerikansku støðina, og líkt var til at hetta kom ávart á føroyska almenningin og politikarar.