Hesum kann eg ikki liva við. Tað gjørdi Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, greitt í kvøld, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár. Partamaður hansara, Jóhan Eli Poulsen, kann heldur ikki liva við tí og hann fer heldur ikki at atkvøða fyri fíggjarlógini, uttan at broyting kemur í.
Sostatt er ikki meiriluti fyri fíggjarlógini, soleiðis sum hon nú sær út. Og táið so Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, eisini vil hava broytingar, er støðið av álvara farið máað undan undan samgonguni.
Brandur Sandoy sigur, at hann kann yvirhøvur ikki taka undir við raðfestingunum hjá samgonguni. Hann vísir á, at tað er týðiligt, at samgongan leggur allar pangarnar í landnyrðings – Føroyar, frá Eysturoynni til Norðoyggjar, men lítið og einki verður sett av til suðurøki, nevniliga Sandoynna og Suðuroynna.
Tað, Brandur Sandoy serliga hugsar um, eru teir umfatandi brimskaðarnar, sum hendu í fleiri bygdum í herviligu ódnini um mánaðarskiftið februar og mars í ár.
Har fingu havnarløgini í Porkeri, í Hvalba, Húsavík, Dali og í Skopun, stórar skaðar og summastaðni eru skaðarnir so stórir, at tað fer at krevja alla fíggjarorkuna hjá kommunum í fleiri ár fram í tíðina, at umvæla teir.
– Eg kann ikki liva við, at hesar kommunurnar ikki fáa fíggjarligan stuðul úr landskassanum til at gera skaðarnar aftur, sigur Brandur Sandoy. Hann sigur, at ein máti kann vera at stovna ein grunn, har landskassin setur nakrar tíggjutals milliónir í og tær skulu so brúkast til fíggjarligan stuðul til tær kommunur, sum vórðu so hart raktar av ódnini.
Brandur Sandoy kann heldur ikki liva við, at ikki ein króna er sett av til vegin ígjøgnum líðina á Sandi, har skúlabørn koyra eftir einum vegi, sum liggur í brattlendi. Hann er eisini smalur og í sera ringum standi, tí støðugur vandi er fyri omanlopi á vegin, og summastaðni er lendið undir vegnum eisini er vánaligt.
Tí krevur hann, at peningur verður settur av, so at nýggjur vegur kann projekterast so at tað verður klárt at fara undir hann næsta ár.
Men ístaðin fyri at seta pengar av til hesi endamál, ætlar samgongan at seta pening av til veg til Múla, har eingin býr, Og sum tann einasta havnin í landinum, fær eisini havnin +i Svínoy eina serliga játtan.
Brandur Sandoy sigur, at hetta kann hann ikki góðtaka. Hann hevur eina atkvøðu í Løgtinginum, og hann gjørdi greitt, at hann fer ikki at taka undir við fíggjarlógini, fáast hesi viðurskiftini ikki í rættlag.
Johan Eli Poulsen er samdur og hann gjørdi eisini greitt, at hann fer heldur ikki at atkvøða fyri fíggjarlógini, uttan so, at kommunurnar, har skaði hendi í briminum fyrr í ár, fáa fíggjarligan stuðul.
Tað skiltist á Kristin Michelsen, tingmanni fyri Sjálvstýri, at eisini hann tekur undir við tí.
Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, heldur eisini, at Hvalba og Porkeri eiga at fáa fíggjarligan stuðul úr landskassanum at umvæla skaðarnar fyri. Men hann var eitt sindur mildari, tí hann heldur, at Løgtingið eigur at seta eina, ella tvær milliónir av til endamálið, tí tað er í hvussu so er ein stuðul.