Skálafjarðarsiglingin
Nú er tað mangt, sum bendir á, at siglingin hjá Strandferðsluni ímillum Havnina og Skálafjørðin, fer í søguna.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur boðað frá, at hann ætlar at leggja uppskot fram um at broyta lógina um farma- og fólkaflutning, so at Strandferðslan ikki longur skal hava skyldu til at sigla ímillum Skálafjørðin og Havnina.
Hann hevur havt málið fyuri á landsstýrisfundi og sambært Útvarpinum metir hann seg hava undirtøku í samgonguni fyri ætlanini.
Hann sigur, at verður siglingin niðurløgd, fer tað at spara landskassanum fimm milliónir, sum hann ístaðin ætlar at brúka upp á vegin ímillum Skála og Strendur.
Skálafjaðrarsiglingin hevur verið í nógv ár verið eitt heitt politisk epli. Fleiri ferðir hevur ætlanin verið at leggja hana niður, tí hon gevur so stórt undirskot, samstundis sum bussar koyra allan dagin, men hvørja ferð hava tingmenn í Eysturoy barst so hart ímóti, at higartil er onki komið burturúr ætlaðu niðurleggingunum.
Men nú tykist sum um vend er komin í.
Vit hava tosað við tveir Eysturoyartingmenn úr samgonguni og hvørgin teirra fer at seta seg ímóti, at siglingin verður niðurløgd.
Bæði Jógvan á Lakjuni í Fuglafirði og Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, vóru við til at leggja uppskotið fyri tingið um at áleggja Strandferðsluni at sigla ímillum Havnina og Skálafjørð.
Men nú siga teir báðir, at teir góðtaka, at siglingin verður niðurløgd.
Ongan góðan
Teir halda báðir, at skálafjaðrarsiglingin hevur ongan góðan átt. Og teir eru eisini samdir um, at politiskur vilji er ikki til staðar at brúka neyðuga peningin til at lyfta siglingina upp á eitt støði sum ger, at hon er til veruliga nyttu.
? Vit mugu ásanna, at tað er neyðugt at taka skálafjarðarsiglingina upp til nýggja viðgerð, tí hon kann ikki halda fram sum nú, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann sigur, at tað er lítil og ongin politiskur vilji til at varðveita siglingina.
?Skipið, sum er, kann ikki brúkast og tað skal nógvur peningur til at fáa eitt hóskandi skip og tann peningin er vilji ikki til at brúka.
? Tað er heldur ongin vilji til at bjóða siglingina út. Ein roynd varð gjørd, men tað var hálvhjartað, tí tað fylgdi ov lítil peningur við.
Hartil hevur leiðin verið ótrygg og hevur ligið still í langa tíð inn ímillum.
? Antin mugu vit brúka neyðuga peningin til at fáa eina veruliga rutu, ella má hon niðurleggjast. Og eg dugi ikki at síggja nakran vilja til at gera eina veruliga rutu, sum kann vera eitt álit hjá ferðafólki og tí fari eg ikki at seta meg upp ímóti at hon verður niðurløgd, sigur Jógvan á Lakjuni.
Men hann ásannar, at tað verður keðiligt hjá teimum fólkum, sum brúka rutuna.
Hann heldur, at tað er eitt gott hugskot at brúka peningin til at gera vegin ímillum Skála og Strendur.
?Eg haldi at tað er skilagott og djarvt at landsstýrismaðurin reisur málið, tí vit mugu eisini ansa eftir, at ikki alt fer á glið.
Hongur ikki saman
Tórbjørn Jacobsen sigur, at hann hevur sjálvur heitt á landsstýrismannin í vinnumálum um at leggja
siglingina inn á Skálafjørðin niður.
?Eg dugi ikki at síggja nakra meining í at siglingin heldur fram, sum hon ger nú, tí nú er onki álit í henni, tí skipið er óbrúkiligt og ferðasambandið liggur javnan stilt.
? Eg dugi heldur ikki at sígga, hvussu tað skal vera til hjá samgonguni at seta neyðuga peningin av til eitt skip, sum kann brúkast til siglingina, tí tað kostar næstan 100 milliónir, skal tað eisini vera ført fyri at flyta stórar bilar og binngjur.
?Tað er betri, at hon verður niðurløgd enn at hon heldur fram sum nú, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann vísir eisini á, at tað hongur ikki saman, at summir partar í landinum ikki hava nóg gott samband, men at eysturoyingar skulu krevja gott sjóvegis samband afturat tí at bussar koyra fleiri ferðir um dagin so at teir sleppa ímillum so ofta, teir vilja.