Øll skulu vera líka fyri lógini, og tað eru tey ikki, um nøkur sleppa bíligari enn onnur við farleiðunum hjá Strandfaraskipum landsins. Hetta vóru fleiri tingmenn á einum máli um, tá ið Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði einum fyrispurningi frá Jóanis Nielsen, løgtingsmanni, týsdagin.
Strandfaraskip landsins hava í eina tíð koyrt eina royndarverkætlan, har nøkur starvsfólk hjá Atlantic Airways hava roynt eina nýggja elektóniska gjaldsskipan. Hesi starvsfólkini hava við einum elektróniskum gjaldskortini fingið avsláttur á flogleiðini í eina tíð. Bjarni Djurholm er ikki greiður yvir, hvussu leingi skipanin hevur verið í gildi, men hann upplýsti í tinginum í gjár, at verkætlanin nú er liðug, og at hesi fólkini tískil ikki longur fáa avsláttur við flogleiðini.
Fleiri tingmenn hildu tað vera løgið, at ein ávísur bólkur skal fáa avsláttur við Strandferðsluni, meðan øll onnur skulu gjalda fullan prís fyri at ferðast.
Svarið hjá landsstýrismanninum var bert fýra reglur, og fleiri tingmenn sóknaðust tí eftir fleiri upplýsingum um avsláttarskipanina. Onkur helt fyri, at svarið setti fleiri spurningar enn tað svaraði, men landsstýrismaðurin kundi bert vísa til svarið, sum hann hevði fingið frá leiðsluni í Strandferðsluni.
Tingmenn hildu tað eitt nú vera løgið, at skipanin helt uppat aftur, júst sum Jóanis Nielsen setti fram fyrispurningin, og onkur teirra vildi vera við, at hetta ikki er tann einasta avsláttarskipanin, sum Strandferðslan bjóðar ávísum bólkum.
Bjarni Djurholm lovaði at kanna málið nærri og millum annað kanna, hvat úrslit Strandferðslan er komin til við elektrónisku avsláttarskipanini, sum nú hevur verið roynd.