Tingmenn í klønum tráð

Nakrir tingmenn harm­ast øgiligt um, at sam­gong­an skal hanga í ein­um klønum tráði, um upp­skotið um Føroyar sum eitt valdømi verður sam­tykt. Sannleikin er helst tann, at tað er sín per­són­liga sess á tingi, teir eru ræddir fyri at missa

Rúna Sivertsen

 

Tískil fara teir so langt sum at hótta við sam­gong­u­sliti og nývali. Men í ver­u­leik­a­num er tað fólk­a­ræð­ið, teir hótta, tá teir ikki góð­taka, at eitt uppskot verð­ur samtykt, sum meir­i­luti er fyri.

Persónliga sakni eina góða frágreiðing upp á pá­hald­ið um, at samgongan verð­ur óarbeiðsfør, um upp­skot­ið um Føroyar sum eitt val­dømi verður samtykt. Upp­skot­ið hevur mær vit­andi einki við sam­gong­u­skjal­ið at gera og hevur lítla og onga ávirkan á fíggj­ar­lógina.

Sum eg síggi málið, so eru nakrir tingmenn, ið als onga virðing fyri tí fólk­a­ræði, teir sjálvir eru ein part­ur av.