Tingmenn finnast harðliga at neyðhjálp

Føroyska neyðhjálpin er ein stór skomm, og føroyingar taka ikki ábyrgd á hesum øki, halda tingmenn. Løgmaður vísir hesum aftur og heldur, at tað er ein spurningur um ítøkiligar ætlanir

- At landskassin setir 300.000 krónur av til neyðhjálp er ein stór skomm. Og løgmaður mátti ikki komið sær at tosa um at vísa ábyrgd mótvegis fátøkum fólki, tá hann arbeiðir ímóti eini hækking av hesi játtan.
Tað sigur ein bersøgin Jenis av Rana, eftir at løgmaður í nýggjársrøðu síni tosaði nógv um, at føroyingar eiga at taka lut í atgerðum og hjálpararbeiði hjá altjóða samfelagnum.

Føroyingar skulu vísa ábyrgd, segði løgmaður í síni røðu.
- Føroyingar gera sum einstaklingar nógv fyri at hjálpa øðrum fólkum, men sum tjóð vísa vit ikki ábyrgd, heldur Hans Pauli Strøm, sum er tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
- Hasar 300.000 krónur kunnu ikki brúkast í miðvísum arbeiði. Hatta eru nøkur oyru, sum kunnu sleingjast út meira ella minni tilvildarliga.

Forða fyri hækking
Hans Pauli Strøm, Jenis av Rana og onnur tingfólk í andstøðuni løgdu undir triðju viðgerð av fíggjarlógini fyri 2002 fram uppskot um at hækka játtanina til neyðhjálp, og tað var ikki fyrstu ferð.
- Trý ár á rað hava vit roynt at fingið hesa játtan hækka, so føroyingar veruliga kunnu veita menningar- og neyðhjálp. Fyrsta árið varð sagt, at fyrst skuldi ein reglugerð gerast fyri brúk av slíkum pengum, og tað var í lagi. Men síðani er hetta argument brúkt so ofta, at talan er meira um eina undanførslu enn nakað annað, heldur Hans Pauli Strøm.

Jenis av Rana heldur, at tær 300.000 krónurnar, sum eru settar av til neyðhjálp og menningarhjálp í ár, eru ein láturlig upphædd.
- Vit eiga at hækka hesa upphædd til einar fýra ella fimm milliónir, men landsstýrið vísir ongan vilja til at seta fleiri pengar av til hetta. Tað er ikki so frægt, at teir hækka upphæddina líðandi, sigur Jenis av Rana.

Vísir øllum aftur
Anfinn Kallsberg, løgmaður, heldur, at føroyingar vísa ábyrgd mótvegis neyðstøddum fólki og londum.
- Í fjør stóðu 200.000 krónur á fíggjarlógini til neyðhjálp, men tá bóðu vit um tríggjar milliónir afturat, so vit kundu hjálpa í Kosovo. Vit høvdu eina ítøkiliga ætlan um hjálp og bóðu um pengar til hana, og tað er soleiðis vit eiga at arbeiða, heldur løgmaður.
- Pengarnir, sum standa á fíggjarlógini til neyðhjálp, eru eingin forðing fyri, at vit kunnu hjálpa við størri upphæddum, tá tað ræður um.

Anfinn Kallsberg vísir tí aftur pástandinum um, at føroyingar ikki vísa ábyrgd á hesum øki og at føroyska neyðhjálpin er ein stór skomm.
- Í Kosovo vístu vit, at vit vilja fegin hjálpa, og vit gjørdu tað á ein slíkan hátt, at pengarnir í mestan mun komu fólkinum til góðar og ikki vóru brúktur í eini kostnaðarmiklari umsiting, sigur hann.

Hjálpa Afghanistan
Løgmaður heldur, at rætti arbeiðshátturin er at gera ítøkiligar ætlanir, áðrenn biðið verður um pengarnar. Hann heldur ikki, at pengar fyrst skulu setast av, soleiðis sum onnur tingfólk vilja.

Í nýggjársrøðu síni vísir løgmaður á, at stig fara at verða tikin til at hjálpa neyðstadda fólkinum í Afghanistan. Landið er bumbað sundur og saman av vesturheiminum seinastu mánaðirnar, og umráðandi er við útlendskari hjálp fyri at byggja landið uppaftur.
- Her fara vit at kanna, hvussu vit kunnu verða við til at hjálpa. Tá vit finna onkra ætlan, har vit kunnu verða við, fara vit at gera neyðuga forarbeiðið og síðani biða um neyðugu pengarnar frá løgtinginum, sigur Anfinn Kallsberg.
- Tá samanum kemur kunnu tað tí verða nógvar ferðir 300.000 krónur, sum í hesum árinum verða brúktir til neyðhjálp og menningarhjálp, sigur løgmaður.