Bókaútgáva
Sosialurin
Neyvan nøkur bók, sum kemur út til jóla, vendir sær so nógv til okkara tingfólk og politisku flokkarnar sum Skemt 2003, bókin við tekningum hjá Óla P í Sosialinum. Tað kom tí heldur ikki óvart á tingmenn, tá teir undan tingfundinum mikudagin vóru steðgaðir av útgevara og blaðteknara uttanfyri tinghúsið. Ein jólagáva frá blaðnum og teknara til fyrst og fremst formenninar fyri flokkarnar og seinni eisini til restina av tingmanningini, nú mangir teirra hava staðið fyri skotum á baksíðuni í blaðnum - ikki bert hetta seinasta árið, men hesi seinastu 15 árini tekningin hevur verið fastur táttur á baksíðuni í Sosialinum ? var einki annað enn rímuligt.
Val er í hondum, so vit fara at fáa eina nýggja tingmanning og eitt nýtt landsstýri so ella so. So ilt er at meta um, hvør av teimum, sum hevur mynda politikkin hetta seinasta árið, eisini kemur at gera tað eftir valið. Og tað fer sjálvandi at ávirka komandi tekningarnar í blaðnum og harvið eisini tí næstu Skemt-bókina, sum vónandi kemur út aftur um eitt ár. Livst so spyrst. Ella sum onkur tingmaður plagar at taka til: Spyrst so livst.
Leygardagin fer Óli P at signera Skemt í Leikalund í Klaksvik, millum klokkan 11 og 13. Mikudagin varð hann í Bókasøluni í SMS og signeraði jubileumsbókina, sum hesaferð eisini inniheldur 15 littekningar frá útgávunum hesi seinastu 15 árini.
Útgevari og teknari ynskja øllum ? her ikki minst ?ofrunum? í Skemt 03 eini góð jól og eitt gott nýggjár.