Fyrrapartin í morgin er aftur tingfundur við fýra málum á skránni. Hetta verður helst seinasti tingfundurin fyri fólkatingsvalið hósdagin í komandi viku.
Fýra mál skulu annars til viðgerð í morgin, millum annað eitt aðalorðaskifti um barnaverndarnevndarlógina.
Men sambært tingformanninum, Hergeir Nielsen, bendir alt á, at hetta verður seinasti fundurin.
Tað eru tey sum halda. at flokkarnir nú vilja markera seg á ein serstakan hátt.
Tað eru eisini tey sum halda, at agitasjón er komin í nógv av viðgerðina av málunum, ið tingið skal avgreiða hesa komandi tíðina.
- Tað liggja hópin av málum sum skulu viðgerast. Men eg haldi tað vera best at geva tingmonnum frið at virka í valstríðnum, - soleiðis at tað ikki darvar tingarbeiðinum, sum Hergeir altso tekur til.
Einki verður tó sagt um, nær næsti fundur aftur verður í tinginum. Tað verður so í øllum førum ikki fyrrenn fríggjadagin 16. september.









