Skattalættin, sum samgongan ætlar at lata hesi bæði næstu árini, hevur elvt til rumbul djúpt inni í javnaðarflokkinum.
Og bæði fakfelagsfólk og aðrir trúgvir stuðlar hjá Javnaðarflokkinum fara so langt sum til at siga, at tað sær mest út til, at tingmenninir hjá flokkinum renna undan teimum.
Fakfelagsfólk sum standa javnaðarflokkinum nær og aðrir gamlir stuðlar hjá Javnaðarflokkinum, siga fyri Sosialinum, at tey hava leingi roynt at sleppa á fund við tingmanningina hjá javnaðarflokkinum
- Tað sær út til, at tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum renna undan okkum.
Tey siga, at tey hava verið í sambandi við Vilhelm Johannesen, sum umboðar javnaðarflokkin í fíggjarnevndini og er talsmaður floksins í skattamálum og heitt á hann um at skipa fyri, at tey sluppu á fund í tingmanningina um skattalættan.
Men tey hoyrdu ongantíð aftur frá løgtingsmanninum.
Tey hava eisini verið í sambandi við John Johannesen, løgtingsmann í somu ørindum. Heldur ikki honum hoyrdu tey eitt orð aftur frá.
Somuleiðis hava tey tosað við formannin hjá tingmanningini, Kristian Magnussen, men tað hjálpti heldur ikki.
Fakfelagsfólkini løgdu eisini til merkis, at tá ið umboð fyri fakfeløgini vórðu kallað til fundar í fíggjarnevndini at viðgera skattalættan, møtti umboðið fyri Javnaðarflokkin í Fíggjarnevndini ikki á fundi.
Vilhelm Johannesen umboðar javnaðarflokkin á fundi, men hann møtti ikki. Kristian Magnussen er varamaður hansara, men hann møtti heldur ikki.
Ætlaðu at siga sína meining
- Á fundinum ætlaðu vit at fortelja tingmanningina, sigur Ingrid Henriksen, sum er ein av teimum trúgvu stuðlunum hjá flokkinum, sum hevur biðið um fundin.
Hin sigur, at hon bað um fundin fyri seg sjálvan, ymsar stuðlar hjá flokkinum og fleiri fakfelagsfólk.
- Men tað sær ikki út til at tingmanningin vil hitta okkum, tí teir lata sum onki. Tí fáa vit heldur ikki spurt tingmanningina um nakað sum helst í sambandi við skattalættan.
- Tað sær út til, at tey renna undan okkum, leggur hon afturat.
Hon sigur, at tey eru ómetaliga ónøgd við førda skattapolitikkin hjá samgonguni tí tey halda ikki, at hetta er ein skattapolitikkur, sum ein flokkur, ið kallar seg arbeiðaraflokk, kann góðtaka.
Snaraður ov langt til høgru
- Vit ætlaðu at minna tingmanningina á, at teir umboða ein flokk, ið kallar seg arbeiðaraflokk, sigur IngeborgVinther, ið er eitt av fakfelagsfólkunum, sum er eitt av teimum fakfelagsfólkunum aftanfyri ynskið um at sleppa á fund við flokkin.
- Men vit halda ikki, at skattapolitikkurin hjá flokkinum er serliga arbeiðaravinarligur.
Hon ásannar, at politikkur snýr seg altíð um at gera neyðsemjur.
- Men spurningurin er, hvussu nógv av sínum grundsjónarmiðjum, ein flokkur skal selja.
Hon heldur, at Javnaðarflokkurin er snaraður alt ov langt til høgru og hon ivast ikki í, at hetta fer at síggjast aftur í atkvøðutalinum á næsta løgtingsvali.
- At vit ikki so frægt sum sleppa á fund við tingmanningina er bara ein staðfesting av høgrasnaringini í flokkinum, leggur hon afturat.
Men hon vísir á, at tað er ikki nakað nýtt, at fakfelagsrørslan ikki sleppur á fund við Javnaðarflokkin.
- Tann 13. juli í gjør skrivaðu øll fimm arbeiðarafeløgini í landinum, flokkinum skriv, har vit bóðu um fund at viðgera ymisk samfelagsmál.
- Vit hava rykt eftir fundinum síðani, men hóast tað nú er hálvtannað á síðani, hava vit onki hoyrt aftur frá flokkinum.
Ingeborg Vinther heldur, at Javnaðarflokkurin flytir seg ov langt burturfrá arbeiðarafeløgunum og hevur betri hug at nærkast teimum alment løntu.
- Kanska heldur flokkurin, at veljaraskarin har er størri. Men tað kann hann verða lumpaður av, tá ið val verður aftur, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.