Tingmannastarvið - eitt starv burturav

Eins og tann undanfarni tingformaðurin, Jógvan Ingvard Olsen, hevur nýggi tingformaðurin, Finnbogi Ísakson ró upp undir, at løgtingsmenn skulu hava hægri løn. Sum er, er tingmannalønin sum ein vanlig arbeiðsmannaløn, og hetta verður ikki hildið at vera nóg mikið. Men av tí at tingmenn ikki meta tingmannastarvið sum fulltíðarstarv, hava teir kortini góðtikið lønina, tí flestu teirra hava løn umframt.

Herfyri var Jóannes Eidesgaard, sum er valdur á ting fyri Suðuroyar valdømi tikin undir lupp í Dimmalætting, tí hann kundi heva sær 90.000 skattafríar krónur um árið í ferðastuðli o. ø. útreiðslum, sum hann hevur, tí hann er í Tvøroyar kommunu.


Vit kunnu sjálvandi hava okkara hugsan um, hvussu rímuligt tað er, at tingmenn, sum eitast at búgva á einum stað, kortini størsta partin av tíðini eru í Havn. Men tað er kortini skeivt at lasta teir einstøku tingmenninar fyri tað.


Hinvegin kunnu vit bara staðfesta, at tingmenn ikki tora at kalla ein spaka fyri ein spaka og soleiðis hava tingmenn, sum eru valdir uttan fyri Havnina eina kamufleraða lønarhækking - upp til 90.000 skattafríar krónur, sum tingmenninir, ið valdir eru í høvuðsstaðnum, ikki fáa.


Tann, ið kenni argumentasjónina fyri hesum veit, at orsøkin er, at ein tingmaður í Havn kann fara til arbeiðis í sínum borgarliga starvi, samstundis sum hann fær røkt tingmannastarvið - ella við øðrum orðum, at hann ikki missir eins nógv í løn í sínum borgarliga starvi, sum ein tingmaður, ið eitt nú má ferðast av Tvøroyri ella úr Klaksvík til Havnar.


Tingmenn eiga sjálvandi at hava rímulig lønarviðurskifti - og rímulig arbeiðskor. Tað er ikki rímuligt, at tingmenn skulu hartast fyri, um teir liggja nátt í Havn ella ikki, tí hvussu er og ikki, so er tað í høvuðsstaðnum, at politiska valdið starvast.


Hinvegin hevði tað skapt størri virðing fyri politiska arbeiðinum, um tingmenn fingu so fræg lønar- og starvsviðurskifti, at flokspolitiska apparatið kundi virkað á nøktandi hátt. Vit hava hoyrt nógv um pengarnar, sum løgtingið játtar til politiska upplýsing - og sum í dag óskerd fer til politisku flokkarnar eftir stødd.


Rímuligari hevði verið at kravt av flokkunum, at teir vóru væl organiseraðir, so teir kundu tænt veljarunum og harvið stimbrað fólkaræðið. Samstundis skuldi tingmannastarvið fingið so frægar sømdir, at okkara kosnu menn og kvinnur kundu røkt politikarastarvið burturav.