Tingmaður vorðin formaður fyri LFÚ

Jákup Sverri Kass, tingmaður, er vorðin formaður fyri LFÚ, sum er felagsskapurin hjá føroyskum lesandi

Hetta var greitt eftir eykaaðalfundin í síðstu viku. Har varð nýggj stjórn vald, og tey, sum nú eru í stjórnini, eru: Jákup Sverri Kass, formaður, Brandur í Funningsstovu, næstformaður, Sigfríður Abrahamsen, kassameistari, Eyðna Jensen, skrivari, Harriet Poulsen, mentanarleiðari, Niklas Winther og Edvard á Hólalagnum.

Endamálið hjá LFÚ er ?óheft av partapolitikki og átrúnaði ? at virka fyri góðum samstarvi millum allar føroyingar, sum eru í útbúgving.

Limaskap í LFÚ kunnu øll tey lesandi fáa, ið hoyra til eitt næminga- ella lærlingafelag, treytað av at hetta næminga- ella lærlingafelag er limur í LFÚ.