Tingmaður spyr um talufrælsi hjá flogskiparum

John Johannessen, løgtingsmaður, vil hava Johan Dahl, landsstýrismann, at siga, um hald er í pástandinum um, at flogskiparar hjá Atlantsflog hava fingið munnkurv frá leiðsluni.

- Er landsstýrismaðurin vitandi um, at leiðslan í Atlantsflogi hevur noktað starvsfólkum sínum - harímillum flogskiparum - at hava eina almenna meining um ætlaðu flogvallarútbyggingina í Vágum?


Hetta er ein av trimum spurningum, sum John Johannessen vil hava vinnumálaráðharran at greiða løgtinginum frá. John Johannessen vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin, sum høvuðspartaeigari í felagnum stuðlar avgerðini um, at flogskiparar, sum dagliga operera upp á flogvøllin í Vágum, hvørki alment ella á stongdum fundum sleppa at siga sínar hugsanir um møguligar fyrimunir og vansar við ætlaðu útbyggingini.


- Heldur landsstýrismaðurin hetta taluforboð vera fremjandi fyri álitið á ætlaðu verkætlanina, og hevur landsstýrismaðurin eina generella meining um, hvussu langt talufrælsið hjá starvsfólkum í almennum partafeløgum eigur at røkka? spyr John Johannessen.


Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur John Johannesen, at tað er vorðið alment kent í politisku skipanini, at tað í sambandi við ætlaðu verkætlanina um útbygging av flogvøllinum í Vágum ikki ber til at fáa fram sjónarmiðini hjá teimum flogskiparum, sum dagliga flúgva til og frá verandi vølli og í framtíðini skulu vera høvuðsbrúkarar av útbygda vøllinum.


- Forkvinnan í Vinnunevndini hevur kannað møguleikan fyri at fáa sjónarmiðini hjá flogskiparunum lýst, tá málið kemur í Vinnunevndina til nærri viðgerðar. Forkvinnan heldur tað vera umráðandi at fáa fram hesi sjónarmiðini, hóast tað nú frættist, at flogskipararnir hava fingið skrivligt múlaband frá leiðsluni í Atlantsflogi, sigur John Johannessen.


Løgtingsmaðurin heldur, at hetta vekir ikki sørt av undran, tá talan er um eina verkætlan fyri hundraðtals milliónir, ið tingfólk ikki hava neyðuga fakliga førleikan at meta um, og tað tí er avgerandi, at vit fáa røttu og neyðugu kunningina hjá ymsum fakfólkum, harímillum flogskiparum fyri betur at kunna grunda okkara støðutakan.


- Uppaftur meira undrar hetta, um man lesur tær viðmerkingar og útgreiningar, ið eru gjørdar til grein 77 í grundlógini, sum er tann, ið ásetir talufrælsið. Har verður nógv gjørt burtur úr rættinum hjá starvsfólkum at úttala seg, sigur John Johannessen.


John Johannesen vísir eisini á eina útgreining hjá DJØF, har tað eitt nú verður sagt soleiðis:


»Hvis du udtaler dig som privatperson og under respekt for reglerne om tavshedspligt, har du frihed til at fremsætte endog meget kritiske synspunkter om din arbejdsplads og dit arbejdsområde.


Fremsætter du bevidst urigtige oplysninger eller en helt ubegrundet kritik, kan det være en tjenesteforseelse.


Din arbejdsgiver kan ikke indføre retningslinier, der forbyder dig at ytre dig (som privatperson) uden arbejdsgiverens tilladelse, eller kræve, at ledelsen skal godkende dokumenter eller lignende, før de offentliggøres.

Arbejdsgiveren kan altså ikke udøve nogen forudgående kontrol af private ytringer.«


John Johannessen heldur, at tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, um landsstýrismaðurin er samdur í hesum prinsipiellu viðurskiftum, og um hann heldur tey eisini skulu galda fyri flogfelagið, sum almennu Føroyar eru høvuðspartaeigari í.