Tingmaður í pápafarloyvi

Tað kemur ikki ofta fyri, at tingmenn fara í pápafarloyvi.

Men Jógvan Skorheim, nývaldi tingmaður Sjálvstýrisfloksins, er eitt av fáum undantøkum.

Hann hevur nú boðað Løgtinginum frá, at hann fer í pápafarloyvi mánadagin, til tann 5. mars og biðjur samstundis um, at næsta tingfólk á listanum hjá flokkinum tekur sæti á tingi í hesum tíðarskeiði.

Og næsta fólk á listanum er Kristianna Winther Poulsen, sum sostatt tekur sæti á tingi mánadagin, til 5. mars.